Ísrael ivasamt

Hósdagin 12. oktober 2017 undirskrivaðu Fatah og Hamas eina avtalu um samstarv. Síðan 2007 hevur verið skilaður millum hesar báðar palestinsku partarnar, sum nú siga seg vera komnar til eina semju. Avtalan ber kortini ikki við sær, at Hamas viðurkennur Ísrael. Hamas skal heldur ikki leggja vápnini, skrivar Yedioth Aharonoth.

13/10-2017
Jógvan Andersen

Í Ísrael eru tey sera ivasom um hesa nýggju avtaluna. Allar avtalur millum palestinska sjálvstýrismyndugleikan PA (Fatah) og Hamas eiga at virða altjóða avtalur og treytirnar hjá "Miðeystur-kvartettinti" eiga at verða hildnar. Tað snýr seg fyrst og fremst um at viðurkenna Ísrael og at Hamas leggur vápnini, verður sagt frá skrivstovuni hjá forsatisráðharranum, í sambandi við nýggju avtaluna, sum varð undirskrivað í Kairo í gjár.

Ísrael hevur ásett nakrar treytir, sum eiga at vera hildnar áðrenn Ísrael vil viðurkenna eina slíka avtalu, m.a. at Hamas gevst at grava yvirgangstunlar inn í Ísrael; at teir gevast at gera rakettir og at fremja yvirgangsálop móti Ísrael . Ísrael krevur eisini at ísraelskir hermenn, sum sita fangar hjá yvirgangsfelagsskapinum, verða latnir leysir.     

Ísrael sigur, at Hamas hevar ábyrgdina av øllum yvirganginum úr Gazageiranum, so leingi sum teir ikki leggja vápnini, men framhaldandi hava tað endamál at Ísrael skal týnast.

- Ísrael fer framhaldandi at fylgja væl við gongdini og fer eisini at taka neyðug stig um tað krevst, verður sagt at enda.
 
Tzipi Livni í arbeiðaraflokkinum og fyrrverandi uttanríkisráðharri Ísraels sigur, at tað, at PA (Fatah) sleppur inn í Gaza kann vera gott. Men, hon leggur dent á, at so leingi sum Hamas er ein vápnaður yvirgangsfelagsskapur, fer palestinska semjan eisini at mangan hátt at góðkenna Hamas og yvirgang teirra.

Kelda: miff.no