Luta søgu Ísraels

Árið 2017 er serstakt á tann hátt, at Ísrael kann hátíðarhalda fleiri stórhendingar í søgu landsins.

11/11-2017
Jógvan Andersen

Í ár eru liðin 120 ár síðan fyrstu Zionistaráðstevnuna, sum var í Basel í Sveits í 1897.

Hetta var fyrstu ferð síðan ár 135 e.Kr., tá ið Jødarnir vórðu riknir úr Ísrael í útlegd, at ein ítøkilig ætlan at endurstovna Jødiska heimlandið í Ísrael, varð løgd.

Bara 20 ár seinni, tann 2. november 1917 - 100 ár síðan - kom Balfour-lýsingin, har Bretska stjórnin, sum ráddi fyri borgum í økinum, samtykti at stovna eitt heimland til Jødarnar í Palestina. Hetta skjalið varð tá undirritað í London.

30 ár seinni, í 1947 - 70 ár síðan - samtykti ST eina býtisætlan, sum legði upp til at stovna ein sjálvstøðugan Jødiskan stat, við síðuna av einum Arabiskum stati.

Fyri 50 árum síðan, í 1967, varð Jerusalem aftur sameindur undir Jødiskum frælsi, fyrstu ferð síðan seinna templið varð lagt oyðið. Jødarnir sluppu nú aftur at biðja við Vesturmúrin

Fyri 40 árum síðan var fyrsti arabiski stjórnarleiðarin á vitjan í Jerusalem, har hann helt røðu í Knesset. Henda vitjan slóðaði fyri, at friðaravtala millum Egyptaland og Ísrael varð undirritað.

Men, hví skulu vit troyttast av øllum hesum? Er Ísrael ikki meira fyri framtíðina, heldur enn hvat var í farnari tíð? – kanska - men tey sum ikki kenna sína søgu, eru heldur ikki før fyri, til fulnar, at ogna sær framtíðina.

Í eini tíð og øld, har íspunnin og følsk tíðindi eru týdningarmiklari enn fakta, ræður um at vit leita eftir sannleikanum og einans bera sannar frásagnir.

Við at bera sannar frásagnir hetta serstaka árið, styrkja vit søk Ísraels í dag.

Gomlu Grikkarnir vistu longu tá, at ethos, pathos og logos eru mátar at brúka at sannføra fjøldina. V.ø.o., ein góð frásøgn skuldi vera trúverd, kenslulig og sjálvsøgd. Søga Zionista samsvarar á allan hátt við hetta. Krav Jødanna til landið Ísrael er søguliga sera væl grundað, og er eisini í samsvari við altjóða lóg. Endurskapanin av Hebraiska málinum, og endurstovnanin av Ísraelska tjóðar-statinum eru eindømi.

Nútíðar verjar av Jødiska statinum tørva at minna seg aftur á søguliga vitan og hvussu frásagt eigur at verða. Eingin søga er meira hugtakandi enn søgan um Jødarnar. Henda søgan hevur givið rithøvundum, listafólki og státsmonnum gjøgnum øldirnar íblástur, og er nú á døgum líka so viðkomandi.

Nýliga segði ein Hollywood framleiðslustjóri tað soleiðis: "heilt einfalt – Jødin hevur tær bestu søgurnar". Ei undur í, at Jødiska Bíblian enn er "bestseller" burturav. Við hesum virðum verður tú ongantíð við undirluta.

Nú á døgum verður Ísrael í heilum ákært fyri at vera eitt sokallað hjálandaveldi. Einki er meira ósatt. Nútíðar Zionisma er ektað tráan eftir Jødiskum sjálvs-avgerðarrætti. Jødarnir eru ikki farnir til eitt fremmant land at stovna eitt hjáland, men eru vendir heimaftur til land forfedranna og til røtur trúgv teirra.

Judea, sum navnið sigur, er ikki heimlandið hjá Bretum, men hjá Jødum. At venda aftur til Zion, var ikki eitt tilvildarligt, brádligt hugskot av tjóðskaparkenslum, men, tað sum Jødarnir í útlegdini, hvørjar páskir mintu seg á við orðunum:  – "næsta ár í Jerusalem".       

Balfour-lýsingin í 1917 var byrjanin til altjóða viðurkenning av Jødiska sjálvsavgerðarrættinum, sum kom í 1922, tá ið søguligu, mentanar- og átrúnarligu bondini millum Jødiska fólkið og landið Ísrael vórðu til fulnar viðurkend av Fólkasamgonguni "Leauge of Nations". 

Við ST-býtisætlanini í 1947, viðurkendi nýstovnaða ST aftur henda Jødiska sjálvsavgerðarrættin.

At enda - Zionista-boðskapurin er eisini um neyðsemjur og frið. Søguligi fundurin millum Menachem Begin og Egyptiska Anwar Sadat í Jerusalem í 1977 er eitt kveikjandi dømi. Sjálvt um Arabiski heimurin mótmælti harðliga, hittust hesir báðir leiðararnir, og undirritaðu seinni søguligu friðaravtaluna, sum er virkin enn í dag.

Var friður møguligur í 1977, so er hann tað eisini í dag.

Men, lat okkum síggja tað í eyguni. Ósemjan byrjaði ikki við "hersetingini". ST-býtisætlanin er ein mikil áminning um veruleikan, at friður kundi verið komin í lag, longu fyri 70 árum síðan, um Arabisku grannarnir góðtóku ta ætlanina.

Hetta, um nakað, er ein søga sum eigur at verða søgd aftur í 2017.

Kelda: The Jerusalem Post - Christian Edition, Nov. 2017, Tomas Sandell