Annika boðin á ráðstevnu

Annika boðin á høvuðsstaðarráðstevni í Jerusalem. Á fundi mánadagin 13. nov. 2017 hitti Annika Olsen, borgarstjóri, ísraelska varasendiharran, Eyal Lampert, sum er á Føroyavitjan. Varasendiharrin er í Føroyum, nú ísraelsk filmsstevna er í høvuðsstaðnum.

13/11-2017
Jógvan Andersen

Til Ísraels

Í summar var táverandi sendiharrin, Barukh Binah, á vitjan í Føroyum, og vitjanin í dag tók táttin upp frá góða prátinum, sum borgarstjórin fekk við fyrrverandi sendiharran.

Á fundinum í dag segði varasendiharrin, at Tórshavnar kommuna er boðin við til ráðstevnu, sum verður í Jerúsalem í 2018.

Ein almenn innbjóðing til Anniku Olsen um at taka lut í ráðstevnuni er ávegis frá varaforseta Ísraels.

Á ráðstevnuni savnast borgarstjórar úr ymiskum londum at tosa um millumtjóða samstarv, knýta vinabond millum høvuðsstaðir í Amerika, Evropa og øðrum heimspørtum umframt at ljós verður varpað á vinnumenning.

Vinnumenning

Og vinnumenning er eitt øki, sum Ísraelska sendistovan og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu fegin vilja hyggja nærri at.

Íverksetaramentanin í Ísrael er sterk, og í høvuðsstaðnum verður áhaldandi arbeitt við at geva íverksetaramentanini rúmari ræsur.

Umframt hetta, umrøddu borgarstjórin og ísraelski varasendiharrin eisini onnur mál av felags áhuga. 

Mynd:  Eyal Lampert, varasendiharri Ísraels, og Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.  

Kelda: Vp.fo