Nazi-omma skal nú inn at sita

Sambært týskari lóg er tað revsivert at siga, at ræðuleikarnir undir nazistastýrinum hjá Adolf Hitler áðrenn og undir seinna heimsbardaga ongantíð hendu. Men tað leggur Ursula Haverbeck onki í.

30/11-2017
Dánjal Poulsen

Hon og maðurin, sum nú langtsíðani er deyður, vóru íðin í nazistaflokkinum, og tann nú 89 ára gamla Ursula Haverbeck hevur ferð eftir ferð alment sagt, at Auschwitz var ongin týningarlega.

Seinsta dómin fekk hon, tá hon í fjør á einum av nógvu rættarfundunum býtti út ein faldara við heitinum "bara sannleikin gevur tær frælsi" til áhoyrarar, tíðindafólk, dómara og ákæra.

Tilsamans fimm ferðir er hon dømd og allar kærur avvístar, og tí skal hon nú inn at sita tilsamans 14 mánaðir, skrivar Deutsche Welle.

kelda: vp.fo