Netanyahu á vitjan í Brússel

- Latið okkum geva friðinum ein møguleika, segði Netanyahu, tá hann sum fyrsti ísraelski forsætisráðharrin í 22 ár kom á vitjan á ES-høvuðsborgini.Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, mælir nú til at geva friðartilgongdini í Miðeystri ein møguleika.

Netanyahu sigur, at USA hevur gjørt eitt uppskot at brúka í friðarsamráðingunum. Hann sigur, at avgerðin hjá -- Les meira

11/12-2017
Dánjal Poulsen

Donald Trump, forseta, um at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael, byggir á veruleikan.

- Friður byggir á veruleikan. Friður byggir á at viðurkenna veruleikan, sigur Netanyahu.

Netanyahu heldur, at tíðin er komin, at palestinar viðurkenna jødiska statin, og at Jerusalem verður høvuðsstaður.

- Eg vænti, at øll ella tey flestu evropeisku londini fara at flyta sínar sendistovur til Jerusalem og viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, sigur Netanyahu.

Uttanríkisleiðarin í ES hevur sagt, at ES fer at halda fast við avgerðina hjá altjóða samfelagnum um, at Jerusalem verður býttur millum Ísrael og palestinska sjálvstýrið.

 Kelda KvF:  Sigrún H. Brend