PROFETISKA ÆTLAN GUDS

eftir Matt Ward

„...einki hugsandi menniskja kann avnokta tann veruleika, at jødarnir eru, uttan at nakar kann mæla ímóti tí, mætasta og merkisverdasta fólk, ið hevur livað á jørðini“ (Winston Churchill).

25/12-2017
Dánjal Poulsen


Satt at siga áttu jødarnir ikki at verið til í dag. Í meira enn 3000 ár hevur jødafólkið megnað at komist undan at verið týnt, meðan øll onnur undan teimum, ið soleiðis eru kúgað, eru gloymt og einans eru at finna í søgubókunum.
   Tjóðir og heimsveldi, ið einaferð hóttu tilveru jødafólksins, hava sjálv verið fyri tí lagnu, tey ætlaðu jødunum. Báblesríkið, Assýriska ríkið, Medo-Persiska ríkið, Grikska heimsveldið og Rómaríkið gingu øll til grundar; somuleiðis í nýggjari tíð Naziveldi Hitlers.
   Hóast jødarnir hava verið spjaddir at ytstu mørkum jarðarinnar í 2500 ár av teimum 3000 árunum, teir hava verið til, og livað í útlegd, so eru teir ikki gingnir til grundar, men eru til við sama lag. Tá ið Louis 14. kongur í Fraklandi spurdi Blaise Pascal, hin navnframa trúgvandi heimspekingin, um eitt prógv fyri, at Gud er til, svaraði Pascal beint fram: „Hví ikki jødarnir, tygara hátign, jødarnir! “
   Jødiska fólkið er eindømi í allari heimssøguni. Tað er rætt og slætt einki fólk, ið líkist teimum á jørðini.
   Leo Tolstoy, ið skrivaði bókina Kríggj og friður, ásannaði henda veruleika: „Hvør er jødin ... hvat serligt er við hesi fólkaferð, sum øll valdsmikil fólk í øllum heimsins londum hava vanært, kúgað, forfjónað og roynt at forkomið, jagstrað, brent, druknað, og sum, hóast roynt hevur verið í óbendiligum hatri og brennandi vreiði at beint fyri teimum, farmvegis liva og stórtrívast.“
   Enntá argasti gudsavnoktarin og sjálvútnevndi fíggindi Guds, Friedrich Nietzsche, ið skrivaði ta vanæriligu kunngeringina: „Gud er deyður“, ásannar í fleiri av verkum sínum, hvussu heilt serstakt hetta fólkaslag er, sum allastaðni er at finna: „Jødarnir eru, uttan nakran sum helst iva, sterkasta, stinnasta og reinasta fólkslag, sum í løtuni býr í Evropa. Teir vita, hvussu teir koma sær undan at verða týndir, enntá undir ræðuligastu umstøðum.“
   Frá fyrndartíð finnast óteljandi frásagnir um íðuligar statsstuðlaðar intsemitiskar atgerðir um allan tann kenda heimin. Frásagnir eru um jødajagstran, um sansaleysar valdsgerðir og ágang móti jødunum. Í Makkabeusi 2 (ár 124 f.Kr.), skrivað í formøld, fáa vit eina frásøgn av mongum, Sagt verður frá jødiskari konu, ið átti 7 synir. Jødiska mamman verður noydd at hyggja at, meðna ein sonurin fyri og annar eftir, verður avrættaður fyri eygum hennara, bert tí, at Antiokus 4. Epifanus royndi at noyða teir at eta svínakjøt. Allir sýttu teir og doyðu soleiðis.
   Einki av hesum er broytt í dag frá farnum øldum. Jødafíggindskapurin er tann sami í dag og er líka illgrundaður, áhaldandi og vindur alt meira upp á seg, serliga í Evropa, meira enn nakrantíð. Søgan er farin at endurtaka seg við jødunum, ið verða myrdir, úr París til Keypmannahavnar; sýnagogur álopnar, brendar og herjaðar, og jødarnir rýma í alt størri tali.
   Enntá rákið innan kristindómin fer tann vegin, at eingin samhugi er longur við Ísrael og jødafólkinum. Gamla antisemitisman, sum fyri ein part festi í eldin fyri fyri ræðuleikunum sum krossfararunum og inkvisitiónunum í miðøld, er við at kykna aftur í nútíðar kirkjum.
   Ein av teimum stóru sorgarleikunum nú á døgum er, at mong, ið rópa seg kristin, follkomiliga hava mist og ikki duga at síggja tann ómetaliga stóra týdning at hava Ísrael við sítt fríska lív millum okkara í dag. Henda lítla tjóðin, sum hevur um hendi einans hálvt prosent av samlaða landøkinum í Miðeystri, er tann sanni hornasteinurin í øllum endatíðar profetorðum.
   Tann áhaldandi og vaksandi ágangurin og hevndarhugurin móti Ísrael og móti jødunum, ið framvegis búgva í ymiskum londum, er ikki uttan endamál. Gud hevur framvegis fult tamarhald á støðuni. Ísrael er ein lýsandi leiðvísi, ið sýnir til fulnar, hvar vit eru stødd í profetisku tíðarætlan Guds. Tað er eitt ógvuliga sjónskt profetiskt tekin um, at henda øld er komin alt nærri endamálinum.
   Profetiskt byrjar alt og endar við Ísrael. Gud hevur fulltryggjað ísraelsfólki at vera til sum fólk um allar tíðir. Ísrael hevur aftur og aftur, so leingi tað hevur verið til, borið heiminum ómetalig virði og andaligar signingar, fyrst og fremst gjøgnum Jesus Kristus: „... í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar“ (1.Mós. 12:3). Av sonnum eru vit signað.
   Eins væl og hesar óteljandi signingar, so eru Ísrael og jødiska fólkið avgerandi leiklutur í nágreiniliga aðalmáli Guds í endatíðarætlan Hansara, við tí farna, og verandi og tí komandi. Kanska serliga í dag, tí tvørrandi bíbliukunnleiki hevur gjørt, at fólk fullkomiliga hava mist Ísrael úr eygsjón. Hetta er tíðin, tá ið Harrin kemur aftur. Endurføðing Ísraels í 1948 tryggjar hetta til fulnar.
   Jesus kemur skjótt ein dag, „sum tjóvur“ (Op. 16:15). Kortini er koma hansara ikki ætlað at koma óvart á tey, ið kenna Orð Hansara, bert teimum, ið hava vrakað tað. Teimum, sum vakja, er afturkoma Jesusar eftir brúður síni ætlað sum ein „sæl vón“ (Tit. 2:13), við serstakari løn til teirra, ið vakja og elska opinbering Hansara (2. Tim. 4:18).
   Ísrael er Guds egna tekin burturav, og alraflestu trúgvandi hava annaðhvørt mist Ísrael úr eygsjón, ella enn verri, beinleiðis vrakað tað. Ísrael loyvir okkum í stóran mun at skyna á, júst hvørjar „tíðir“ og „dagar“ vit liva í í dag, eins og øll onnur endatíðarprofeti, ið verða sædd gjøgnum prismu Ísraels.
   Hetta er tað, ið ger, at mong trúgvandi innan kirkjusamfeløg okkara í dag onga hóming hava á, hvat tað eru fyri dagar, vit liva í, og kveistra burtur tann veruleika, at vit eru komin inn í síðsta tíma. Tey duga ikki at fata týdningin av endurføðing Ísrael sum tjóð í 1948 og duga als ikki at síggja, hvat tað merkir. Úrslitið er, at tey missa úr eygsjón tað týdningarmesta eyðmerki, har øll onnur endatíðarprofeti kunnu skiljast útfrá.
   Hetta ger, at tey ikki so mikið sum duga at skyna á „teknum tíðanna“, tí tey hava einki útgangsstøði, endurføðing Ísraels í 1948. Tey gera hetta mistakið, tí lítið og einki verður lært um hetta og uppivið loðar umbýtislæran (læran um, at Gud hevur býtt samkomuna um við jødarnar), hóast tað verður illa lýtt at siga slíkt, sum stendst av antisemitismu innan kristindómin í dag.
   Ísrael er eitt sjónligt prógv um, at bíbilsku profetiini ganga út. Ísraelsfólk er vent aftur til forna land sítt, til arv Ábrahams, eftir at tey í tveytúsund ár hava liðið nógv útlegdartíð sína, og tey eru framvegis, júst sum profeterað, vantrúgvandi til henda dag (Es. 11:11-12). Júst sum Esaias profetur fyriboðaði, var tjóðin endurfødd eftir einum degi, og tað var 14. mai 1948.
   „Hvør hevur hoyrt slíkt! Hvør hevur sæð tess líka! Verður land borið í heim eftir einum degi! Verður tjóð fødd eftur eini løtu! – síðan Zion átti synir sínar, við tað sama sum hon fekk ilt“ (Es. 66:8).
   Hebraiskt mál er komið aftur í hásæti sum tað talaða málið í Ísrael (Zef. 3:8-10). og fyrireikingar til at byggja tað nýggja templið verða stútt gjørdar, eins og tíðindi ganga um, at tann reyða kvígan er fødd. Eingin lítaleys, reyð kvíga, ið lúkar Bíbliunnar krøvum, er fødd í meira enn 2000 ár til fyri kortum.
   Etiopiskir jødar eru vendir aftur til Ísraels, samstundis sum Russland hevur reist seg, og jødarnir, ið hava búð har, eru vendir aftur: „Óttast ikki! Eg eri við tær, Úr eystri lati eg avkom títt koma, og úr vestri savni Eg teg. Eg skal siga við norðrið: „Kom higar við teimum!" við suðrið: „Halt teimum ikki, lat synir Mínar koma aftur úr fjarløgu og døtur Mínar frá enda jarðarinnar““ (Es. 43:5-6). Sanniliga, skjótt ein dag fara jødarnir at lít aftur um bak og sanna, at henda heimkoman úr fjarløgu, út ytstu londum í heiminum, sum er farin fram á okkara døgum, er eitt størri undur, enn tá ið tey vórðu loyst úr egyptiskum trælabandi undir Mósesi (Jer. 16:14-15; 23:7-9).
   Ísraelska oyðimørkin blómar (Es. 51:3), og ávøkstur landsins, bæði bókstavliga og myndarliga, fyllir alla jørðina (Es. 27:6). Trøð vaksa nú aftur í Ísrael, í einum landi, ið var nakið, turt og oyðið í meira enn tvey túsund ár (Es. 41:18-20), og Ísrael er nátt á eitt stig, har tað er ríkari, enn tað nakrantíð hevur verið frammanundan (Ez. 36:11).
   Ísrael er til lítar bygt upp aftur (Amos 9:11, 13) og hevur fullkomiliga vunnið á forðingunum uttan undantak og er farið fram um fíggindar sínar í framburði og nýmótans tøkni (Es. 41:12-14).
   Nú, ið landið er vorðið staðsett einaferð aftur í hesum seinastu døgum sum ein tjóð (Ez. 37:21-22), er tað alt meira vorðið heimsins londum ein marra og eitt útskot, og leiðarar í øllum londum tykjast rættiliga trásettir at fáa framt eina endaliga loysn á teimum sonevndu friðarsamráðingunum, ið standa í botni. Henda roynd at býta Jerúsalem sundur er frammanundan dømd at miseydnast (Zak. 12:2-3). Tá ið hesin „sáttmáli við deyðan“ tykist at koma í lag, skal Gud sjálvur ógilda hann (Es. 28:18). Vreiði Guds skal koma yvir hesi lond, ið ditta sær at býta Jerúsalem sundur, stað hins stóra Kongs, ið skal koma aftur.
   Fíggindaliga sintir arábar, ið rópa eftir hevnd, treingja í alt størri mun Ísrael, sum fyri tað mesta stendur einsamalt og avbyrgt í Miðeystri (Ez. 35:1-36:7). Tá ið tað er komið so langt, er tað eyðsýnt fyri øllum, ið hava eygu at síggja við, at Gog „úr ytsta norðurlandi“ hevur otað seg niður til Miðeysturs, har sum tað saman við samansvornu sínum, sum tað hevur tikið leiðsluna yvir, nú skjótt ein dag skal koma yvir lítla Ísrael við tí í hyggju „at ræna og taka herfong“ Ez. 38:1-39:16). Tað fer at verða Harrin Gud sjálvur, sum fer at berjast fyri Ísrael henda dag, sum skjótt nærkast, og Hann fer so fullkomiliga at leggja hesar herar í oyði í Ísraelslandi fyri eygunum á øllum heimsins fólkum (Ez 39:1,5).
   Tað stóra fráfallið í samkomum og kirkjum, sum Paulus so avgjørdur profeterar um í brøvunum, hevur rættiliga tikið dik á seg og hevur í kjalarvørrinum antisemitismu við sær. Tað er okkurt við antisemitismu, sum ikki ber til at greiða frá við orðum, men bert frá einum andaligum sjónarhorni. Menn og kvinnur sleppa ikki bert hini heilnæmu læru (2.Tim.4:3), men venda sær eisini frá at stuðla eygnasteini Guds, heilaga arvi Hansara, Ísrael (Zak.2:8; Es.19:25).
   Tað tykist sum eitt púra forgjørt speisemi, at argastu og mest forgjørdu fíggindar Ísraels í dag ikki eru at finna í Gaza, Libanon ella Iran ella millum harðrendastu harkalið í IS, men í kirkjum ymsastaðni í heiminum. Kvinnur og menn, ið „ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni“ (2.Tim.4:3) – menn og kvinnur, ið við vilja eru blind fyri Bíbliunnar profetorðum – spottarar og geiparar mitt ímillum okkara egna fólk.
   Hesin sannleikin man vera mongum ein herskin biti at svølgja, men ein høvuðsgrundin til, at Jesus Kristus, jødiski Messias, fer at koma aftur í dýrd og mæti í endanum á trongdartíðini at bjarga Ísrael og krevja tað æviga landið yvirhendað jødafólkinum. Hetta er sama landið, sum mong ákæra Ísrael fyri at hava „stolið“ frá palestinum. Jesus fer tá alment at opinberast og kollrenna heimsins tjóðir, sum eru í hóslagi við Antikrist, og sum við óndum í huga royna at taka landið frá Ísrael (Zak. 12-14; Ez. 47:13-48:35).
   Frelsuætlanin fyri Ísrael og heimin yvirhøvur snýr seg um tvær alheimsligar stórhendingar: Fyrru og síðan seinnu komu Jesusar, jødiska Messiasar. Í báðum førum kom og fer Hann at koma sjálvur, persónliga, til Ísraels. Á sama hátt, sum staðfesting og staðsetingin viðvíkjandi Ísrael var avgerandi fyri fyrru komu Jesusar, so er endurreisn Ísraels í okkara tíð avgerandi fyri at uppfylla seinnu komu Hansara. Hetta er tekinið, sum burturav fyrireikar leikpallin fyri teimum profetisku hendingum, sum í endatíðini skulu koma í hæddina, við tað at Jesus sjálvur skal koma aftur til fólk sítt Ísrael.
   Nokta fyri tí ella ei. Profetorðini ganga út beint fyri eygum okkara, og skjótt ein dag fer Jesus Kristus at koma aftur til tjóðina, ið Hann elskar, at ráða yvir øllum heimsins tjóðum við jarnstavi (Op. 2:27; Sálm. 2:9) frá ævinga høvuðsstaði sínum, Jerúsalem.
   Endin á hesi øld nærkast í stórum, og spurningurin er; Hvør lurtar og hvør vakir?

   Tá ið nú afturkoma Jesusar til jødarnar er so nær fyri durum, hvussu so við burturrykkingini, tá ið Jesus skal koma í skýggjunum og rykkja fólk sítt heim? Henda hending er jú uppaftur nærri.

   Spyr teg sjálvan ærliga, Ert tú til reiðar?

    „Leitið til HARRAN, meðan Hann er at finna, kallið á Hann, ta stund Hann er nær! Hin gudleysi sleppi leið síni og hin órættvísi hugsanum sínum og vendi við til HARRAN, so skal Hann miskunna honum – til Gud okkara, tí Hann skal ríkliga fyrigeva!“ (Es.55:6-7). 

kelda: Leirkerið - Matt Ward (úr Prophecy Update)