HOLOCAUST MINNINGARLØTA Í LØKSHØLL

27. januar 1945 var dagurin, tá ið teir sameindu komu fram at týningarleguni Auchwitz og settu seinastu fangarnar har í frælsi. ST heitti herfyri á øll heimsins lond, at lýsa 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og fólkadráp yvirhøvur. Komandi leygardag ....

22/01-2018
Dánjal Poulsen

Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevur eisini heitt á føroyskar myndugleikar, at 27. januar verður lýstur sum almennur minningardagur um Holocaust í Føroyum.

Í nøkur ár hevur Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipað fyri minningarløtu um Holocaust 27. januar.

Í ár verður minningarløta í Løkshøll í Runavík komandi leygardag 27. januar kl. 16.00. Á skránni eru tvær áhugaverdar framløgur.

Tónleikur, felagssangur og sersangur verður eisini og ein góður drekkamuður aftaná.

VÆLKOMIN Í LØKSHØLL KOMANDI LEYGARDAG KL. 16.

Føroyska skúlaverkið hevur gjørt nógv tilfar á føroyskum um Holocaust, sum kann heintast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri her:

http://snar.fo/tema/samfelag-og-soega/holocaust/

Seinni, kl. 20, sama kvøld er eitt Mercy Ships tiltak í Løkshøll, so væl skuldi ligið fyri at koyrt sær ein túr til Runavíkar, og fingið tvey áhugaverd tiltøk við.