Partabrævameklarin, sum bjargaði 669 børnum

Tað tykist ótrúligt, men tað eydnaðist enska partabrævameklaranum, Nicholas Winton, at bjarga 669 flóttabørnum, sum vóru á veg til deyðalegurnar hjá Hitleri í 1938. Tá ið henda bretska krígshetjan doyði 106 ára gamal, var áheitan hansara hin sama: "Tú skalt tora at hjálpa, og tú skalt ikki bíða eftir øðrum, tí tá kann tað gerast ov seint." Tá ið ein 29 ára gamal partabrævameklari úr

25/01-2018
Dánjal Poulsen

Tá ið ein 29 ára gamal partabrævameklari úr London skuldi fara á skíðferiu til Sveis í desember í 1938, ringdi ein vinmaður í Prag til hansara: "Eg havi eina ómetaliga spennandi uppgávu til tín, og mær tørvar tína hjálp. Tak ikki skíðirnar við tær." Tá ið Winton kom fram, varð hann biðin um at hjálpa til í einari flóttafólkalegu. Har búðu menniskju í túsundatali; tey flýddu undan Hitleri og búðu undir ræðuligum viðurskiftum.
       Ráðstevna í München hevði júst verið í september í 1938, og Hitler hevði kraft Sudentenland, eitt øki í Kekkoslovakia, har týskarar í hópatali búðu. Winton var sannførdur um, at týskarar skjótt fóru at herseta restina av landinum. Tíðindini um Krystallnáttina 9.-10. november sama árið, vóru komin til Prag, og fólk av óynsktum ættarslagi og tilknýti royndu at bjarga sær út úr landinum. Men mótsett øðrum eysturevropeiskum londum hevði Kekkoslovakia einki flóttafólkasamstarv við restina av Evropa.
       "Eg varnaðist, at børnini hjá flóttafólkum og øðrum fólkabólkum, sum vóru fíggindar hjá Hitleri, onga umsjón fingu," segði Winton. "Eg tók ta avgerðina at royna at fáa uppihaldsloyvi til teirra í Onglandi. Men krøvini gjørdust ov torfør fyri flestu familjurnar. Myndugleikarnir vildu hava 50 pund fyri hvørt barnið, og tú mátti hava eina familju, sum var til reiðar at taka ímóti hvørjum barni. Hetta var ein hjartaskerandi støða. Mong flóttafólk høvdu ikki pengar at keypa sær eina máltíð. Foreldrini vóru púra frá sær sjálvum at fáa børnini onkustaðni, har tað var trygt, tá ið tey ikki megnaðu at fáa innfararloyvi til alla familjuna. Tað var tá, at eg byrjaði at skilja, hvussu stór líðingin er, tá ið hermannahóparnir fara at marsjera."
 
Familjur í bíðirøð
Winton lat upp skrivstovu í Prag, har hann fór undir at skráseta børn hjá familjum, sum vildu hava tey onkustaðni, har trygt var. Skjótt vóru tað familjur í hundraðtali, sum stóðu í bíðirøð uttan fyri skrivstovu hansara. Hann vendi sær til fleiri lond at vita, um tey vildu taka børnini. Bara Svøríki og Ongland søgdu ja. Stórabretland játtaði at taka ímóti børnum undir 18 ár, um Winton fann eitt heim til teirra, og um hann setti 50 pund inn sum pant fyri hvørt barnið. Hetta skuldi so borga fyri heimferð teirra eftir kríggið.
       Av tí at hann vildi bjarga so mongum børnum sum gjørligt, fór Winton aftur til London. Har arbeiddi hann á partabrævabørsinum um dagin, og seinnapartarnar og kvøldini brúkti hann til flóttafólkaarbeiðið. Hann fekk mammu sína, skrivara sín og nøkur fá sjálvboðin at hjálpa sær.
       Hann noyddist at savna pengar inn og at finna fosturheim. Hann lýsti í bretskum dagbløðum, í kirkjum og synagogum. Hann prentaði myndir av børnunum, sum hann sendi út um alt landið. At finna fosturheim var bara ein av mongu trupulleikunum, so hann kundi fáa neyðugu skjølini frá týskum og bretskum myndugleikum.
       "Myndugleikarnir í Onglandi vóru so pjakutir at góðkenna innfararloyvini. Vit royndu at skunda undir teir, men teir svaraðu bara: "Hví hava tit slíkan skund? Einki fer at henda í Evropa." Hetta var bara nakrar mánaðir, áðrenn kríggið brast á. So vit máttu bara skriva følsk innfararloyvi," sigur hann.
 
Tokið, sum hvarv
Tann 4. mars í 1939 fór fyrsti barnaflutningurin hjá Winton úr Prag við flogfari. Winton megnaði at stíla fyri sjey flutningum, sum fóru við toki og báti til Liverpool, har bretsku fosturforeldrini stóðu og bíðaðu eftir børnunum.
       Síðsti tokflutningurin við børnum fór avstað 2. august 1939, og tá kom talið av bjargaðum børnum upp á 669. Tað er ikki torført at ímynda sær kenslurnar hjá foreldrunum, sum sendu børnini frá sær, væl vitandi, at tey kanska ongantíð fingu at síggja hvør annan aftur. Og líka sterkur var helst óttin hjá børnunum, sum fóru frá sínum kæru og lívinum, tey kendu, til tað ókenda.
       Tann 1. september 1939 skuldi størsti flutningurin fara fram, men henda dagin leyp Hitler á Pólland, og øll landamørk, sum Týskland hevði eftirlit við, vórðu stongd. Hetta varð endin á bjargingarátakinum hjá Winton. Seinni segði Winton, at tann myndin, sum hevur plágað og heimsøkt seg mest í øll árini, eru andlitini á børnum í hundraðtali á tokstøðini í Prag, sum skuldu inn í hetta síðsta tokið. Tokið við børnunum hvarv sporleyst. "Bara tímar eftir, at innrásin hjá Hitleri varð kunngjørd, hvarv tokið. Eingin av teimum 250 børnunum umborð komu afturíaftur. Vit høvdu 250 familjur, sum bíðaðu í Liverpool eftir børnum, sum ongantíð komu. Um tokið var farið ein dag fyrr, so hevði tað komið fram. Eingin frætti frá einum tí einasta barni aftur. Tað er ein ræðulig kensla."
       Lagnan hjá tí síðsta tokinum, sum hvarv, váttar týdningin av verkætlanini hjá Winton. Harumframt doyðu flestu foreldrini og systkini hjá børnunum, sum vórðu bjargað, í týningarlegum.
 
Var tigandi um bjargingarbragdið
Eftir kríggið tagdi Nicholas Winton um tað, hann hevði gjørt. Ikki so frægt sum kona hansara visti um tað, fyrr enn hon hálvt hundrað ár seinni, í 1988, fann eina skrivibók á loftinum. Í skrivibókini vóru myndir av øllum børnunum og ein fullfíggjaður listi við nøvnum, nøkur fá brøv frá foreldrunum og onnur skjøl. Í dag eru skrivibókin og skjølini í Holocaust savninum í Ísrael.
       Søgan um krígshetjuna kom út í fjølmiðlarnar, og skjótt fóru børn, sum vórðu bjargað, at skriva Winton takkarbræv. Brøv komu úr øllum heiminum, og mong ringdu á hurð hansara at takka honum persónliga.
       "Orð hansara til okkara í dag eru, at um tørvur er á, at tú gert okkurt fyri tíni medmenniskju, mást tú gera tað," segði bretski Lord Dubb, sum var seks ára gamal, tá ið Winton bjargaði honum.
       "Størsta ynski hjá pápa var at eggja fólki at gera ein mun og ikki bíða eftir, at onnur skuldu gera tað. Tað var hetta, hann royndi at bera fram í øllum talum sínum og í bókini um lív hansara," sigur Nick, sonur Winton.
 
Settu dám á verðina
Teirra millum, ið bjargað vórðu, er ein heimskendur filmsregisørur, tíðindafólk, limir í ríkisstjórnini, politikarar og ein av teimum, sum grundaðu ísraelska flogvápnið. Heilt til hann doyði í juni 2015, 106 ára gamal, gekk Winton við einum ringi, sum hann hevði fingið frá fleiri av børnunum, við einari innskrift úr jødiska Talmud: "Bjarga einum lívi, bjarga allari verðini."

kelda: Effie Campell