VÆLEYDNAÐ MINNINGARLØTA Í LØKSHØLL

Tað var ein stak væleydnað Holocaust minningarløta, sum Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipaði fyri í Løkshøll í Runavík Leygardagin. Minningarløtan var 27. januar, sum er altjóða minningardagur um Holocaust og fólkadráp yvirhøvur. Eini hálvtannaðhundrað fólk fingu eina góða uppliving í sera góðu umstøðunum, sum Løkshøll hevur at bjóða.

28/01-2018
Dánjal Poulsen

Blandað kór, sum Eli Smith skipaði fyri, setti sín góða dám á løtuna. Tey sungu kendar sangir, sum "Sh'ema Yisrael", "Kánans land" og "Go Down Moses".

Tvær framløgur vóru; fyrst Jastrid á Dalbø úr Fuglafirði, sum er fólkaskúlalærari, og hevur verið í á minningarsavninum um Holocaust, "Yad Vashem" í Jerusalem at kunna seg um evnið. Hon hevur eisini vitjað í Nazi-týningarleguni í Theresenstad, har tilber, við egnum eygum, at síggja hvussu umstøðurnar vóru, har jødar og onnur hatað fólkasløg vórðu pínd og dripin, í "okkara tíð" í Evropa í Seinna heimsbardaga.  
Jastrid greiddi sera hegnisliga frá. Sigast kann, at tað er sera gott, at føroyska skúlaverkið nú veitir frálæru og ger sær ómak at kunna ungdóm okkara um hetta evnið. Nógv gott tilfar um Holocaust er at finna inni á snar.fo.

Eisini Bjørgfinnur Heinesen úr Gøtu, sum, við konu og tveirum døtrum, hevur búð í Jerusalem í hálvt ár, greiddi okkum frá, um Ísrael og fólkið har. Hann segði m.a., at Ísrael í dag er eitt sera framkomið samfelag, og, at har er ógviliga gott at búgva. Hann dugdi væl at lýsa jødiska søgu og nútíðar umstøðurnar hjá øllum ið búgva í landinum.

Hugtakandi sangurin um Jerusalem, "The Holy City", varð so vístur á stórskíggjanum. Tað var hin kendi fiólleikarin André Rieu, sum stjórnaði sínum stóra kóri og orkestri í London.

Sangurin kann hoyrast:  TRÝST HER !.

Eftir at tjóðsangur okkara var sungin, var ein góður drekkamuður at fáa, saman við hugnaligum práti.