ANNIKA OLSEN Í ÍSRAEL

Í hesum døgum er Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, á ferð í Ísrael.

Annika er í ferðalagi saman við 40 borgarstjórum úr høvuðsstøðum kring heimin. Tey vitja í Jerusalem, Tel Aviv og aðrastaðni kring Ísrael. Les meira ..

10/02-2018
Dánjal Poulsen

Endamálið við ferðini í Ísrael er menning og samstarv innan tøkni, har Ísrael liggur í fremstu røð.

Fundur við Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra Ísraels er eisini á skránni hjá borgarstjórunum.

Vinafelagið Føroyar-Ísrael fegnast, at eisini Føroyar eru umboðaðar í hesum tiltaki, og ynskir Anniku góða ferð í Ísrael.

dp