Væleydnaður aðalfundur

Týskvøldið 24. apríl 2018 hevði Vinafelagið Føroyar-Ísrael aðalfund Úti á Fløtum; á Landavegi 96 í Havn.

26/04-2018
Dánjal Poulsen

Felagið leigar goymsluhøli í niðaru hædd í húsunum. Tilber eisini at hava fund uppi á, har eini 30 kunnu sita við borð; annars ber væl til at sessa upp í 50 fólk í hugnaligu hølunum.
Umstøðurnar til fundarvirksemi eru sera góðar í húsunum.

Formaðurin greiddi frá virksemi felagsins í farna ári. Jákup nevndi m.a. góða tiltakið á Ólavsøku: OPIÐ HÚS í Sloans Húsum og væleydnaða Holocaust minnigarhaldið í Løkshøll 27. januar í ár.
Hann legði eisini dent á, at Ísrael framvegis tørvar okkara stuðul á allan hátt.
Síðan legði Rikka fram roknaskap fyri 2017.
Ein góður kaffimuður var at fáa og høvi var at ogna sær onkra bók ella Ísrael/Føroyar-flaggnálina, sum felagið aftur hevur á goymslu.     

Í nevndini sita nú:
Jákup S. Joensen, form.
Dánjal Poulsen, næstform.
Rikka Øregaard, bókhaldari
Klæmint Weihe, skrivari
Jógvan Poulsen, nevndarlimur
Rutt Marsteen, nevndarlimur
Ragnar O. Sundstein, eykalimur
Hallur Hjalgrímson, eykalimur

Sum vit vita, so kann Ísrael í ár hátíðarhalda 70-ára dagin síðan endurstovnanina 14. mai 1948. Felagið fer skjótt at lýsa við tiltøkum í sambandi við henda stóra merkisdag.