ÍSRAEL 70

14. mai 2018 eru liðin 70 ár síðan Ísrael varð endurstovnað. Vinafelagið Føroyar - Ísrael fer í hesum sambandi at skipa fyri fleiri tiltøkum kring landið. Lýst verður nærri um hetta.

01/05-2018
Dánjal Poulsen

Tað var Bavid Ben Gurion sum las upp frælsislýsing Ísraels í listasavninum í Tel Aviv, við byrjan sabbatsins hin fimta dagin í árinum 5.708, t.e. 14. mai 1948.
Aftaná sungu tey "Hatikva" í egna frælsa landi teirra, Ísrael.
Vit eru sannførd um, at tað er eitt undur Guds, fyrst, at Ísrael varð endurstovnað í okkara tíð, og, ikki minst, at nógvu fíggindar Ísraels, ikki langt síðan hava beint fyri hesum lítla landi.
Hinvegin blómar Ísrael og fólk tess, nú, sum ongantíð.

dp