TAKK, Bíbliugrunnurin!

Rætta navnið, Ísrael, sum tað eigur at vera, er nú á landkortinum í Bíbliuni.

01/05-2018
Dánjal Poulsen

Av misgáum, ósketni, ella bara tí at vit taka eftir tí, ið onnur gera, hevur navnið Palestina verið brúkt um Ísrael á kortinum í føroysku Bíbliuni; í báðum týðingunum.

Í seinastu útgávuni hjá Hinum Føroyska Bíbliugrunninum, sum kom í fjørð, er navnið tíbetur rættað til Ísrael, sum sjálvandi er tað rætta. Tað var rómverski keisarin, Hadrian, sum hataði jødarnar, sum í 300-árunum, gav landinum navn eftir Filistarunum, sum eisini hataðu jødarnar.

Í føroysku Bíbliuni, í hvussu so er, er Ísrael so ikki strikað av heimskortinum, soleiðis sum so mong ynskja.

Takk fyri!     

dp