USA hevur flutt sendistovuna til Jerusalems

– "Við at viðurkenna søguna hevur tú skapt søgu", segði Benjamin Netanyahu við Donald Trump, tá ið USA opnaði sendistovuna í Jerusalem.

14/05-2018
Dánjal Poulsen

Netanyahu takkaði Trump fyri at flyta sendistovuna.

Trump var ikki sjálvur hjástaddur.

Dánjal av Rana skrivar m.a.: 

Tað var 14. mai 1948, fáar tímar áðrenn bretar tóku seg úr økinum, at David Ben Gurion lýsti ísraelska statin at verða stovnsettan.
USA, og til undran hjá mongum, eisni Sovjetsamveldið viðurkendu beinanvegin nýggja statin, saman við fleiri øðrum londum. Muslimsku grannarnir vildu ikki viðurkenna Ísrael men fóru heldur í kríggj móti hesum lítla endurstovnaða landi.

Kríggið vardi í 10 mánaðir, men tá vápnahvíldin byrjaði, hevði Ísrael vunnið sær nógv størri landaøki, enn ætlanin hjá ST í resolution 181 frá 1947 var. Ísraelski herurin hevði tikið ein part av Negev oyðimørkini og Gaza-geiranum, Galilea, eitt fitt petti av vestara áarbakka og allan Jerusalem. Jordan valdi tá at hertaka restina av økinum, sum bretar higartil høvdu umsitið, meðan Egyptaland hertók restina av Gaza-geiranum.

700.000 arabarar flýddu úr heimum sínum í Ísrael, meðan á leið sama mongd av ísraelum flýddu til Ísraels orsaka av forfylging í grannalondunum. 

Ísraelski tjóðardagurin fylgir annars hebraiska kalendaranum, og flytir tí frá ári til ár. 14. mai 1948 var 5. iyar og í Ísrael verður 5. iyar mettur at vera tjóðardagurin. Hann verður tó sjáldan hildin á sjálvum degnum, orsaka av sabbatlógunum í Ísrael. Tí verður tjóðardagurin sum oftast útsettur ella framskundaður ein dag ella tveir.