Vit fagna einasta fólkaræðinum í Miðeystri

Orsøkin til at bussarnir flagga, er at í dag eru 70 ár síðani, at David Ben-Gurion lýsti Ísrael sum tjóð, 14. mai 1948. Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur fingið eina áheitan um tað var gjørligt at flagga fyri Ísrael á hesum hátíðardegnum hjá tjóðini, og tað hevur kommunan eftirlíkað.

14/05-2018
Dánjal Poulsen

Seinni í dag, klokkan 17.30, skipar vinafelagið Føroyar-Ísrael fyri hátíðarhaldi á Vaglinum. Har vera m.a sangframførslur, røður og bæði føroyski og ísraelski tjóðsangirnir sungnir. Felagið skipar fyri tiltakinum í sambandi við at tey hava vitjan av fyrrverandi talsmanninum hjá ísraelsku verjuni Avi Lipkin.

Í kvøld kl. 19.30 heldur Avi Lipkin fyrilestur í Læraraskúlahøllini á Frælsinum, har øll eisini eru vælkomin.

 

kelda.  in.fo  Dánjal av Rana