USA viðurkennir Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael í dag

portal.fo - Oda Strøm: Amerikanska sendistovan í Ísrael hevur higartil verið í býnum Tel Aviv, men verður nú flutt til Jerusalem. Tað verður gjørt aftaná amerikanski forsetin Donald Trump í desember í fjør valdi at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað.

14/05-2018
Dánjal Poulsen

Nógvar atfinningar hava verið móti viðurkenningini hjá USA, sum fyrr hevur valt ikki at blanda seg uppí, fyrrenn ein endalig friðaravtala varð gjørd millum ísraelar og palestinar. 128 lond í ST atkvøddu fyri, at USA átti at broytt sína avgerð, tí londini bera ótta fyri, hvat tað ger við friðin í landinum.

Avgerðin hjá USA vekjur eisini vreiði serliga hjá palestinum, sum eisini síggja Jerusalem sum teirra høvuðsstað. Palestinar ynskja, at Eysturjerusalem verður teirra høvuðsstaður í einum komandi palestinskum stati. 

Síðan 30. mars í ár hava umfatandi mótmæli verið á markinum millum Gasageiran og Ísrael, har í minsta lagi 43 palestinar hava latið lív, skrivar DR. 

Á mydnini síggja vit, v.f. amerikanska sendimannin í Ísrael, David Friedman, og ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu.