NÓGV FÓLK Á VAGLINUM TIL 70-ÁRA DAG ÍSRAELS

Frælsisdag Ísraels, 14. mai varð skipað fyri fundi á Vaglinum í Havn. Upp ímóti 500 fólk møttu upp við Býráðshúsini í Gamla kommunuskúlagarði henda serliga dag Ísrael. Bjørgfinnur Heinesen, sum skipaði fyri, bjóðaði vælkomin. -- les meira ---

20/05-2018
Dánjal Poulsen

Heini og Malan Lützen og Sirikit Jacobsen sungu; Jón Svein Heinesen hevði fylgispælið. Svenning av Lofti og Avl Lipkin talaðu. Agnar Joensen týddi Avi hegnisliga til føroyskt. 
Ein drekkamuður, við sersta góðari lagkøku, prýdda við ísraelska flagginum, varð eisini bjóðaður.

   Løtan endaði við, at tjóðsangir Ísraels og Føroya vórðu sungnir og at biðið varð fyri londunum báðum.
   Samanum tikið, ein sera væleydnað løta, í fínasta veðri á Vaglinum.
   Um kvøldið skipaði Vinafelagið Føroyar-Ísrael fyri fundi í Læraraskúlahøllini, har bólkurin Blátt Gras sang og Avi Lipkin talaði.
   Takk fyri, øll somul ið gjørdu henda merkisdag Ísraels so góðan og hátíðarligan.