AT RÆTTA HVØR ØÐRUM HOND

Norðlýsið, John William Joensen skrivar 15.05.2018: "Vildu ikki taka í hondina á Ísraelsvini". Í sambandi við, at felagið vinir ,,Vinir Ísraels" skipaði fyri hátíðarhaldi í høvuðstaðnum á 70-ára degnum hjá tjóðini Ísrael, varð í Degi og Viku gjárkvøldið, sett fokus á eitt palistinskt flagg, sum varð við til hátíðarhaldið. ...les meira...

21/05-2018
Dánjal Poulsen

Umframt tiltakið á Vaglinum hevði felagsskapurin, Vinafelagið Føroyar - Ísrael, skipað fyri einum tiltaki í Læraraskúlahøllini.
    
Sum tað sást í Degi og Viku, hevði KVF gjørt eitt sokallað “set up” við dyrnar inn í Læraraskúlahøllina, har umboð fyri tey, sum flaggðu við palestinska flagginum, greiddu frá hvussu Ísrael kúvar palestinar og rekur apartheitpolitikk ímóti palestinum, við m.a. at bumba skúlar og sjúkrahús. Rani Ravnsfjall greiddi frá, at hann ikki helt, at býráðið í Havn átti at flagga við Ísraelska flagginum, tá ið býráðið ikki vildi flagga við merkinum hjá LGBT. 

Vildu ikki taka í hondina á Ísraelsvini
Svenning á Lofti, sum hevur verið partur av Vinafelagnum Føroyar - Ísrael síðan tað varð stovnað, eitt langt áramál var formaður og í 40 ár hevur ferðast og skipað fyri bólkaferðum til Ísrael, sigur, at tey løgdu merki til palestinska merkið, sum fýra ella fimm fólk veitraðu við á Vaglinum.
    
Eg fór yvir til tey, at bjóða teimum vælkomnum til hátíðarhaldið, men av einari ella aðrari orsøk ynsktu tey ikki at taka í hondina hjá mær. Tó skal sigast, at ein av teimum rætti mær hondina.
    
Hetta kemur heldur ikki óvart á, tí at Ísrael hevur í mong ár rætt palestinum eina útrætta hond. Men Ísrael vil ikki aftur til tíðina áðrenn seksdagakríggið í 1967, av teirri einfaldu orsøk, at ísraelittar ikki meta at tey mørkini kunnu verjast. Hinvegin, hevur Ísrael gjørt nógv fyri at fáa frið í lag og hevur givið palestinunum stóran part av Judea og Samaria.
     Í 2005 tók Ísraelska stjórnin og tvangsflutti jødar úr Gásageiranum og gav hann til Palestinsku stjórnina í sokallaðu “land fyri frið”-avtaluni. Men víðgondi Hamas felagsskapurin tók leiðsluna í hesum økinum, og stjórnar økinum við harðari hond. Ísraelska stjórnin hevur tí staðfest at “land fyri frið” hevur ikki givið nakað úrslit.

     Vit mugu tíanverri ásanna, at palestinar vilja ikki gera friðaravtalu við Ísrael, tí so verða teir noyddir at viðurkenna at Ísrael er til, og tað vilja teir undir ongum umstøðum gera. Tí er støðan sum hon er, sigur Svenning á Lofti. 

Onga viðmerking
Rani Ravnsfjall, sum umboðaði tey, sum mótmæltu vegna palistinensarnar í Degi og Viku, vil ikki gera viðmerking til Norðlýsið um hví hann ikki vildi taka í hondina á Ísraelsvininum.
    
Skal samrøðan handlað um hví eg ikki vildi taka í hondina á honum, havi eg als ikki hug at gera viðmerkingar.
     Ísrael vil ikki tosa beinleiðis við palestinar uttan gjøgnum ST og tí er støðan sum hon er í Miðeystri.
    
Tá ið Norðlýsið spurdi um hvar hann hevði hesa staðfesting frá og um tað ikki í fleiri førum hava verið beinleiðis samráðingar, bæði óalment og alment, m.a. undir leiðslu av fyrrverandi amerikanska forsetanum Bill Clinton, breyt Rani Ravnsfjall telefonsamrøðuna av.

Viðmerking til greinina “Vildu ikki taka í hondina á Ísraelsvini”.
SKRIVAÐ: Rani Ravnsfjall   |  15.05.2018 - 14:52 
Fyrst og fremst leggur yvirskriftn upp til, at er ein ikki “Ísrealsvinur”, so má ein vera “Ísreals-fíggindi”. Hetta er ikki so. At fáa rættin hjá palestinum til egið land, at marka upp til jødahatur, og eina hugsan um, at jødar ikki hava rætt til egið heimland, kann bert lýsast sum villeiðandi, og vánaligur miðlasiður.
    
Vit vildu ikki sýna palestinum vanvirðing, við at taka í hondina á einum víðgongdum" zionisti" (t.e hugsanin, at Ísrealittar hava einkarrætt til Palestina, Kána og lovaða landi annars - hóast at onnur hava búð har longri, og áðrenn, at Ísreal verður skapt sum hugskot, í Gamla Testamenti), ímeðan ein stendur undir liðini á einum palestina, mitt í einum tílíkum hátíðarhaldi. 70 ára dagur Ísreals, og  hetta hátíðarhald, var samstundis við, at USA viðurkennur Jerusalem sum høvuðsstað Ísreals, og sama dag, at 52 palestinsk mótmælis fólk vórðu tikin av døgum, av hesum, sokallaða, “einasta fólkaræði miðeysturs”.
    
Hetta er ikki ein spurningur um einstaklingar her heima, men um ósek fólk, hvørs dagligdagur er kúgan, armóð og deyði. Mangir Palestinar hava ongantíð búð í heimlandi sínum, tá ættfedrar teirra vórðu burturbeindir, av tí, at Ísrael varð stovnað. Hesin palestinin er ein av hesum - vildi tú tikið í hondina á einum, ið sýttu føroyingum búðrætt okkara í Føroyum? Ísreal ynskir ikki aftur til støðuna áðrenn 6 daga kríggið. Ísreal hevur áhaldandi gjørt seg inn á menniskjarættindi, og næstakærleikan, við ólógligum búsetingum, ið er de facto herseting. Her er onki tekin um inniligt friðarynski úr Ísreal, ið hevur við sær, eina tvítjóðar loysn.
    
Vit heita staðiliga á Norðlýsið, at leita sær kunning úr Amnesty International, Sameindu Tjóðum og øðrum friðarfelagsskapum. Málið er ikki eins og svart/hvítt, sum vinarfelagið Føroyar-Ísrael, og almenna kjakið annars ger tað til. Hesir stovnar hava frægasta innlit í málið, og vilja verja menniskjarættindi, fólkaræði og frælsi annars, eins og flestir føroyingar vilja tað.
    
Státurin Ísreal, og víðgongdu yvirgangsfelagsskapir í Palestina, grugga málið, við at breiða út ósannindi. Forseti Ísreals, Benjamin Netanyahu, sigur, eitt nú, at dripnu næstar okkara, vóru limir í Hamas. Hetta er ikki so. Veruleikin verður bendur, til tess at vinna sær samkenslu úr vesturheiminum. Munur er á teimum, ið ynskja eitt frítt Palestina, og teimum búrkroppum, ið ynskja deyða jødanna - almenna kjakið hevur til tíðir hug at gloyma hesa sannroynd. Vit, ið flaggaðu, ynskja bert rættvísi, og frið. Henda friðarvón okkara er ikki gjørlig, so longi sum Ísreal kúgar Palestina, og metir seg sum einsamallan rættindahavara til land har um leiðir - sum føroyskt skald skrivar “Eitt kúgað fólk vil altíð reisa seg!”.

At rætta hvør øðrum hond
SKRIVAÐ: Svenning av Lofti   |  21.05.2018 - 19:10
Í samband við sjeyti ára hátíðarhald Ísraels á Vaglinum í Havn, varð heitt meg um at halda røðu. Men áðrenn eg fór upp á pallin, sá eg fýra fólk, uttan fyri sjálva mannamúgvuna, standa við palestinska merkinum. Tók avgerð um, at fara yvir til teirra at heilsa upp á tey.
    
Eg fór yvir til teirra heilhjartaður og við einum brosi, tí eg hevði als einki ímóti teimum, sum stóðu har við palestinska merkinum. Vildi einans rætta teimum eina vinahond, hóast eg fullvæl visti, at vit ikki vóru samd um tað, sum fór fram hendan dagin.
    
Eg vildi vísa, at eg virdi teirra frælsi at standa har.
    
Men flestu vildu ikki taka ímóti útrættu hond míni...!
    
Hendingina sóu fólk sjálvandi, tí kom søgan í Norðlýsið.
    
Rani Ravnsfjall sigur í viðmerking til hesa hending , at ”vit (tey, sum stóðu við palestinaflagginum) vildu ikki sýna palestinum vanvirðing við at taka í hondina á viðgongdum ”zionisti”, eitt heiti, sum hann, festir á meg.
    
Eg fór yvir til teirra, sum ein føroyingur, ið hevur ferðast við øðrum føroyingum til Ísrael í 40 ár.
    
Eg fór yvir til teirra við reiðiligum og opnum hjarta fyri at rætta eina vinahond.
    
Eg fór yvir fyri at vísa, eg einki hevði ímóti at tey stóðu har.
    
Eg fór yvir fyri at vísa, at eg var líka góður við tey, sum við øll hini, ið stóðu á Vaglinum hendan dagin. Men tey tóku ikki ímóti útrættu hond míni.
    
Eg fari ikki her at kjakast um hvør búði har i landinum áðrenn jødarnir (Ábraham) festu búgv har, sum Rani ger.
    
Heldur ikki fari eg her at kjakast um hví støðan er so í miðeystri, sum hon nú einaferð er.
    
Heldur ikki fari eg her at kjakast um hví summi í miðeystri ikki vilja taka í hondina á hvørjum øðrum.
    
Heldur ikki fari eg her at kjakast um hví tey ikki seta seg niður og tala saman um viðurskiftini.
    
Heldur fari eg at staðfesta, at tá ið vit í Føroyum ikki kunnu taka í hondina á hvørjum øðrum, hóast vit eru ósamd, hvussu skal so vera nakar møguleiki fyri, at tey, sum liggja í einum eljustríði í miðeystri fara at rætta hvørjum øðrum hond?
    
Tað, sum hendi á Vaglinum hendan dagin ímyndar júst støðuna í miðeystri:
    
Ein noktan at taka ímóti eini útrættari hond....!!!
    
Men tó....!!
    
Rætt skal vera rætt!!!
    
Og satt skal vera satt:
    
EIN teirra, ið stóð saman um palestinamerkið, tók ímóti útrættu hond míni...!!!
    
Tøkk fái hann fyri tað....!
    
Hesin birtir vónarglotta í øllum vónloysinum ...!
Svenning av Lofti.