Kringvarp Føroya - Útvarpið, stuðlar fíggindum Ísraels

Soljóðandi "tíðindi" vórðu lisin fyri føroya fólki sunnumorgunin 15. juli 2018 - og kunnu eisini lesast á heimasíðu Kringvarpsins, kvf.fo: "Ísrael framt harðligt álop í Gazageiranum" "Ísraelsk flogfør lupu í gjár, leygardagin, á mál í Gaza-geiranum" Palestinar svaraðu aftur

15/07-2018
Dánjal Poulsen

við at senda fleiri mortarabumbur og rakettir inn í Ísrael. Tað sigur ísraelski herurin, sambært Reuters.
Hesar seinastu mánaðirnar hevur javnan verið ófriðarligt við markið millum Gaza og Ísrael, og ein palestinskur talsmaður sigur sambært Reuters, at Egyptaland og onnur á altjóða pallinum eru í sambandi við bæði Ísrael og Palestina fyri at fáa vápnahvíld í økinum."

Onki verður sagt um hví Ísrael leyp á mál í Gaza!
Ikki eitt orð um, at nærum 200 rakettir hava regnað niður yvir suðurÍsrael, síðan fríggjadagin!  

Sagt verður okkum, at "Palestinar" svaraðu aftur!
Tað verður ikki greitt frá, at tað er yvirgangsfelagsskapurin Hamas, sum stendur aftanfyri!

Og sagt verður sjálvandi ikki, at um rakettirnar úr Gaza hildu uppat, so var friðarligt við markið!

Hví eftirkannar Útvarpið ikki tíðindini frá Reuters!

Public Service - eg meini tað.

Shalom!
Vinafelagið Føroyar-Ísrael