OPIÐ HÚS Í SLOANS HÚSUM Á ÓLAVSØKU

Aftur í ár hevur Vinafelagið Føroyar-Ísrael opið hús í Sloans húsum á Ólavsøku. Báðar dagarnar verður opið millum kl. 15.00 - 20.00.

Vit gleða okkum at taka ímóti gestum, ungum sum eldri, sum støkka inn á gólvið á Ólavsøku.

Í sambandi við at Jerúsalem hevði sítt annað 50-ára jubileum í 2017 og Ísrael er vorđið 70 ár í ár, fara vit at vísa ..... les meira ....

ymiskt, um hesar hendingar, á stórskíggja.

Tvær framløgur vera eisini annan hvønn tíma.

Tann eina er um bíbilska Jerúsalem, tey 3 fjøllini og tey 7 templini, sum eru nevnd ímillum báðar permurnar á bíbliuni.

Hin framløgan er um upprisna hebraiska myndamálið, sum Móses nýtti at skriva tær 5 Mósebøkurnar við.

Tað, sum ger hebraiska myndamálið so serstakt, er, at tað prógvar tekstirnar hjá profetunum, sum komu aftaná. Tað ger Navn Guds sjónligt og einasta Persón, sum kann taka hetta stóra navni til sín. Krossurin er eisini har, og týdningin av blóðinum. Ja, enntá Gudgivnað hjúnabandið er lýst har. Um tað ikki er ímillum mann og kvinnu, so vísur myndamálið eisini hvør avleiðingin verður.

Sum vanligt, so bjóða vit ein drekkamunn við nýbakaðum vaflum og øðrum góðum afturvið. Eisini verður bókasøla og minnislutir í sambandi við 70-ára dag Ísraels.

Vinafelagið Føroyar - Ísrael ynskir tær hjartaliga vælkomin í Sloans hús á Ólavsøku.

VÆLKOMIN shalom

26/07-2018
Dánjal Poulsen