120-ÁRA ZIONISMA

"Táið HARRIN læt fangar Zions sleppa heimaftur, vóru vit sum tey, ið droyma." Sálm. 126,1 -

Avraham Duvdevani, formaður í World Zionist Organization (Heims Zionistafelagsskapurin):

Zionisma er grundarlagið undir stovnsetingini av Ísraelska statinum. Frælsislýsingin, lógin um at venda heimaftur, tjóðsangurin, flaggið og øll tilvera Ísraels; alt hetta stavar frá Zionismu. Virðini í Zionismuni vegleiða og hjálpa leiðarum tjóðarinnar at binda óloysilig bond millum Jødarnar í Ísrael og teir í útlegdini.

Tað frøir okkum, at leggja fram 120-ára virksemi hjá Zionistarørsluni, sum byrjaði við fyrstu Zionistaráðstevnuni í Basel í 1897; gjøgnum allar lutir av Zionistakollveltingini, sum Theodore Herzl setti í verk. Zionistakollveltingin er eitt merkisvert fyribrigdi í mannasøguni. Nøkur evni, sum eru løgd fram her, eru: "eitt fólk vendir heimaftur til land sítt", "gamla hebraiska málið verður endurnýggjað og umskapað í nútíðar talað mál", "búseting í landinum" og "eitt hitt hægstmenta landbúnaðarstøðið í heiminum". Alt hetta vísir á stóra Zionismuundrið.

Heims Zionistafelagsskapurin (WZO) heldur á at virka í hugsjón Herzl's, samsvarandi broyttum umstøðum og avbjóðingum. Sum Herzl segði: Zionisma er ein áhaldandi hugsjón." Í nútíðar orðum kunnu vit siga: "Zionisma uttan íhald."

120-ÁRA ZIONISMA - Theodor Herzl (1860-1904) kallaði saman fyrstu zionistaráðstevnuna, sum var í Basel í Sveits í august 1897, 120 ár síðan (2017). Hetta var fyrstu ferð, at heimsins Jødar komu saman, at virka fyri at seta á stovn eitt tjóðarheim til Jødafólkið. Longsilin, at venda aftur til Zion, var har øll árini í útlegdini. Í 1800-árunum vóru hugsjónarrørslurnar báðar: "Undanmenn Zionismurnar" og Hibat Tzion ("Unnustar Zionismurnar") virknar. Men, hugsjón Herzl's fyri einum Jødiskum stati og politiska virksemi hansara at náa tí málinum, festi í eina Zionista kollvelting í Jødiska heiminum, og aldargamla "vónin, at venda aftur til land fedra okkara" byrjaði at ganga út! Heims Zionistafelagsskapurin varð settur á stovn á fyrstu zionistaráðstevnuni, at fullføra tjóðarmálini hjá Jødafólkinun og at føra til zionistarørsluna. Heims Zionistafelagsskapurin greiðir her frá høvuðsvirkseminum hjá Zionistarørsluni hesi 120 árini, hon hevur virkað. At stovna statin Ísrael, at venda aftur til Zion, at fáa nýtt lív í hebraiska málið og mentanina, at búsetast í landinum - hetta var tað týdningarmiklasta hjá zionistarørsluni at náa! Men, mál zionismurnar eru ikki fullførd enn. Tí er tað, at WZO (World Zionist Organisation - Heims Zionistafelagsskapurin) og deildir og stovnar hansara halda fram at virka, á ymiskan hátt, bæði í Ísrael og uttanlands. Hugsjón Herzl's er framhaldandi ein íblástrarkelda at hava fyri sær: "Zionisma, ein áhaldandi hugsjón."

"STATURIN Í FØÐING" -

HERZL OG JØDASTATURIN - Theodor Herzl (1860-1904) var fyrsti nútíðar statsmaður Jødafólksins. Í bók sínari, Jødastaturin, ímyndar hann sær eina ætlan um ein stat til Jødafólkið. Hann endurnýggjaði Jødisku fullveldiskensluna og umskipaði Zionismu kring heimin til eina politiska eind, har Jødiska tjóðin flutti seg móti fullveldisríki.

ZIONISTA RÁÐSTEVNAN - Fyrsta Zionista Ráðstevnan í Basel, sum Herzl kallaði saman í august í 1897, orðaði almennu stevnuskrá sína, "Basel Skráin": "Zionisma virkar fyri at stovna eitt heimland, tryggjað við almennari lóg fyri tjóðina Ísrael, í Ísraelslandi.

"STATURIN Í FØÐING" - Fyrsta Zionista Ráðstevnan stovnaði World Zionist Organisation - (Heims Zionistafelagsskapin), og seinni, "Staturin í føðingini". Herzl skrivaði tá í dagbók sína: "Í Basel stovnaði eg Jødiska statin ... Kanska um fimm, men vissuliga um fimmti ár, fara øll at viðurkenna hetta."

BALFOUR YVIRLÝSINGIN - Ídni Hertzl's, at fáa altjóða stuðul at stovna Jødiska statin, helt fram við øðrum Zionista leiðarum. Týðandi úrslitið varð nátt við "Balfour Yvirlýsingini" í 1917, har Bretska stjórnin lýsti stuðul sín at stovna jødunum eitt tjóðarheim í Ísraelslandi.

ST SAMTYKTIN TANN 29. NOVEMBER - Politiskt ídni helt á, samstundis sum jødiska samfelagið mentist í Ísrael. ST-samtyktin tann 29. november 1947 var avgerandi; hon góðkendi at Bretska yvirræðið var av, og at ein Jødiskur statur varð stovnaður í Ísrael.

ÍSRAELSKI STATURIN - Fimmti ár eftir Basel Ráðstevnuna vórðu profetisku orð Herzl's veruleiki; 14. mai 1948 lýsti David Ben Gurion (1886-1973), sum varð fyrsti forsætisráðharri landsins, stovningarsamtykt Ísraelska statsins.

INNFLYTING OG UPPTØKA - EITT FÓLK VENDIR HEIMAFTUR TIL LAND SÍTT - Tá ið jødafólkið flytur heimaftur til Ísraels ("Aliyah"), ganga orð profetanna út, og er hetta, saman við frælsislýsing Ísraels, kjarnin í virkisøki Zionismunar.

LONGSILIN EFTIR ZION - Líka síðan útlegdina í Bábel, hevur longsilin eftir Zion átt eitt meginpláss í jødiska siðaarvinum og jødisku bønini. Alla tíðina, hesi tveytúsund árini í útlegd, eru jødar fluttir til Ísraels, sum einstaklingar, ella í avmarkaðum bólkum.

HEIMS ZIONISTAFELAGSSKAPURIN VIRKAR FYRI ALIYAH - Heims Zionistafelagsskapurin (WZO) sá innflyting til Ísraels sum eina fyritreyt fyri Jødiska tjóðarheiminum. Tí virkaði WZO beinanvegin fyri, og eggjaði til innflyting (Aliyah), í farnari tíð, og ger tað framvegis nú á døgum.

FRÁ BÚSETING TIL STAT - Aliyah-bylgjurnar, áðrenn, og fyrstu árini eftir tað at staturin var stovnaður, tvífaldaðu fólkatalið í landinum og bar hetta stórar avbjóðingar við sær, bæði fyri leiðarar landsins og fyri innflytararnar sjálvar. Samstundis førdu hesar bylgjur jødar úr nógvum ymiskum londum saman; hetta skapti eitt fjøltáttað og fleirmentað samfelag.

UNGDÓMS INNFLYTING - Zionistarørslan menti eisini serstakar skipanir til teir ungu jødisku innflytararnar: "Youth Aliah", í 1930-árunum, og "Naaleh" skránna (Ung, áðrenn tey verða foreldur), í 1990-árunum.

ZIONISTA-ÁSETING - Ólóglig innflyting í Mandat-tíðarskeiðnum, eins og innflytarabylgjurnar úr fyrrverandi Sovjetsamveldinum, úr Etiopia og Vesturheiminum eftir Seks-daga kríggið, var dømi um Zionistaáseting. Teirra Aliah (innflyting) botnaði í longslinum eftir Zion og óloysiligu bondunum millum Jødafólkið og land tess.

ALIAH ÍKASTIÐ - Innflytingin úr ymiskum londum hevur styrkt mentanina, útbúgvingarstøðið, fíggjarstøðið og ísraelska samfelagið sum heild og hevur víst heiminum ísraelsku tjóðar- og moralsku lyftini til allar Jødar í útlegd, hvar enn teir so eru.

BÚSETING OG LANDBÚNAÐARMENNING - Búsetingin í landinum var ein praktiskur máti at vísa hugsjónina, at stovna ein stat í søguliga Jødiska heimlandinum, í verki. Áræðið at búsetast, strembaði eftir at seta í verk fólkaræðivirðini í einum fyrimyndarsamfelag, grundað á javnrættindi, brøðralag og sínámillum ábyrgd. "Kibbutz" og "Moshav" eru dømi um serstakar sosiobúskaparligar fyrimyndir við hesum virðum.

LANDBÚNAÐAR BÚSETING - Heims Zionistafelagsskapurin (WZO), umvegis Keren Kayemeth LeIsrael (Jødiska Tjóðskapargrunnin KKL/JNF), keypti jørð til búseting, fyri dagsprís. Býlingar, bygdarløg, kibbutzim og moshavim vórðu grundað á hesa jørð, og í øllum landslutum búsettust jødar, sum vendu heim til land sítt. Hesar búsetingar mentu fjøltáttaðan landbúnað og umskaptu landið, har áður vatn og nátturutilfeingi treyt, til tað blómandi "Landið, ið flýtur í mjólk og hunangi".

BÝARKEND BÚSETING - Um somu tíð mentust bygdir og býir, og samfeløg vórðu stovnað, har handverk, ídnaður, handilsskapur, vísindi og tøknifrøði mentist, líka upp á altjóða stig.

ÚTJAÐARA- OG MARKNALANDSLUTIR - Niðursetubygdir vórðu eisini lagdar í útjaðaranum, at spreiða íbúgvarnar so víða sum bar til og at verja landamørk Ísraels. Henda útbreiðsla av bústøðunum skapti tá, og heldur á at mynda landsins landafrøðiliga skap.

KREATIVITETUR OG NÝSKAPAN - Niðursetufólk, saman við granskarum og universitetum hava nátt framúrskarandi málum í ísraelskum landbúnaði, so sum: at spara vatn, reinsa skitið vatn, gera sjógv til vatn, menna nýggjar landbúnaðarvørur, veltingarhættir og landbúnaðartól og maskinur. Ísraelskir serfrøðingar útflyta hesa ísraelsku landbúnaðarnýskapan og vegleiða í landbúnaðarmenning kring allan heim, serliga í menningarlondunum.

HEBRAISKT MÁL OG MENTAN ENDURREIST - Tað var eitt stórfingið frambrot fyri Zionismun, tá ið hebraiska málið kom aftur til lívs! Sum "heilagt" mál, øldirnar í útlegd, hevur hebraiskt fyri tað mesta verið brúkt til lesnað og bønarhald. Zionistarørslan fór fyrst í 1900-árunum undir virkna tileggjan, so at hebraiskt broyttist til livandi, talað, nútíðarmál, sum so varð almenna málið í statinum Ísrael.

ELIEZER BEN YEHUDA - Journalisturin, Eliezer Ben Yehuda (1858-1922) arbeiddi hugagóður at fáa lív aftur í hebraiska málið. Hann stovnaði Hebrew Language Committee (Hebraiska Málnevndinq), at virka fyri, at fólk brúktu hebraiska málið; hann gav út dagbløð á hebraiskum; hann evnaði til nýggj orð, sum hóskaðu nýmótans livihátti, og hann skrivaði eina umfatandi og søguliga hebraiska orðabók.

"MÁLSTRÍÐIÐ" - Í 1913 var eitt alment átak sett í verk, at byrgja upp fyri rákinum, at t.d. týskt varð brúkt sum høvuðsmál í frálæruni í Tekniska skúla í Haifa, mótvegis tí leikluti sum hebraiskt mál skuldi hava í skúlaskipanini. Stríðið varð kallað "War of Languages" (Kríggið um málini). Hebraiski sigurin ímyndaði endurreisn málsins og eina "tjóðarveking".

FRÁLÆRA Í HEBRAISKUM - Barnagarðar, skúlar, hægri lærustovnar og læraraskúlar vórðu settir á stovn, har hebraiskt var frálærumál. Enntá í gomlu Talmud-frálæruni vórðu fleiri universitet (yeshivot) stovnað, har málið var hebraiskt.

HEBRAISK MENTAN - Hebraisk mentan fór at blóma allastaðni: bókmentir og yrkingalist, leiklist og filmur, tónleikur og dansur, tíðindaflutningur, dagbløð og radio, sjónvarp og internet.

EIN TJÓÐ - EITT TUNGUMÁL - Hebraisk sameinir íbúgvar Ísraels úr øllum fólkabólkum og samfeløgum og hevur ein týðandi leiklut at taka upp nýggjar innflytarar. WZO (Heims Zionista-felagsskapurin) hevur eisini eina hebraiska frálæruskrá til jødar í útlegd. Hetta styrkir sambandið millum jødar í Ísrael og í útlegd á øllum økjum. Hebraiska málfrálæruskráin fyri jødar í útlegd, men sum væntandi flyta heim, ger innflytingina (Aliyah) nógv lættari.

KVINNURNAR TAKA SEG FRAM - KVINNUR FÁA VALRÆTT - Zionistarørslan var ein hin fyrsta tjóðarrørslan í søguni, sum útvegaði kvinnum valrætt. Byrjanin var val til Zionistaráðstevnuna í 1898, har kvinnur høvdu javnbjóðis rættindi at velja og at verða valdar í almenn størv. Til samanberingar, kom atkvøðurættur fyri kvinnur í Onglandi ikki í gildi fyrr enn í 1918, í USA í 1920 og í Fraklandi í 1944.

SAMSTARV OG LEIÐSLA - Líka síðan fyrstu innflytarabylgjurnar, hava kvinnur verið javnbjóðis monnum í øllum virksemi og leiðslu í Zionistafyritøkunum. Kvinnuligir pedagogar og lærarar í barnagørðum og grundskúlum, høvdu ein týðandi leiklut í endurreisn hebraiska málsins. The Young Women's Farm (Garður Yngri Kvinnur) nærhendis Genesaretsvatni, vandi upp kvinnur í landbúnaði, og undangongukvinnur virkaðu undir liðini á mannligu starvsfeløgum teirra í jarðarbrúkinum. Felagsskapur og javnstøða í Zionistarørsluni gjørdi ta ungu Golda Meir (1898-1978) føra fyri at átaka sær leiklutin í Jødiska samfelagnum, áðrenn ísraelski staturin var stovnaður. Seinni, tá ið staturin varð settur á stovn, varð hon vald til arbeiðsmálaráðharra, og aftur seinni til uttanríkisráðharra og at enda forsætisráðharri Ísraels.

KVINNU-FELAGSSKAPUR - Longu í 1911 stovnaðu kvinnur ágrýtnar felagsskapir at víðka teirra leiklut í samfelagnum, og tryggja teirra javnbjóðis luttøku í landsins menning. Karismatiskar kvinnur stovnsettu Hadassah Organization, WIZO, Na'amat, Emunah og Youth Aliyah.

KVINNUR Í VERJUNI - Kvinnur virkaðu javnbjóðis monnum í fyrstu trygdar- og verju hermegini, Hashomer, Haganah, Palmach, Irgun og Lechi. Nú á døgum hava kvinnur ymiskar leiklutir í ísraelsku verjuni (Israel Defense Forces), eisini í bardagastøðu.

TIGNARLIG KVINNULEIÐSLA - Kvinnur eru náddar høga tign í álitisstørvum - í Knesset og í stjórnini, í rættarskipanini, bý- og bygdaráðum, ríkisfyrisiting og uttanrikistænastu, bankum, stórum fyritøkum og í fjølmiðlaheiminum. Skapanarevni kvinnunar á øllum økjum í mentan og list hevur økt um andligu og vitbornu sermerkini í ísraelska samfelagnum. Vísindakvinnur hava verið við at ríka vísind og gransking í Ísrael og uttanlands, og tær hava fingið tignarligar virðislønir, eisini Nobel virðislønina.

MINNILUTAR - JAVNSBJÓÐIS RÆTTINDI - Zonistarørslan royndi at stovnseta eitt fyrimyndarsamfelag í Jødiska statinum, har ikki-jødar eins væl og jødar kundu njóta javnsbjóðis rættindi í øllim førum. Í bók sínari, The Jewish State (Jødastaturin), skrivar Hetzl: "Um limir við aðrari trúgv ella úr øðrum tjóðum búgva okkara millum, vilja vit veita teimum somu lógarfestu verjurættindi. Í utopisku skaldsøgi sínari, "Altneuland", útgreinar Hetzl, hvussu arabiskir borgarar kundu njóta øll politisk rættindi og verða heilt sameindir í tað "Nýggja samfelagið" í landinum.

BALFOUR LÝSINGIN - Zonistaráðstevnan tók Balfourlýsingina (1917) til sín, við greininini: "Einki skal verða gjørt, sum fordømir verandi ikki-jødisk samfeløg...". Ráðstevnan kunngjørdi (1921): "Vit ynskja at búgva saman við arabiska fólkinum ... og saman við teimum umskapa felags heim okkara í blómandi samfelag, ið tryggjar hvørji tjóð frið at mennast.

FRÆLSISLÝSINGIN - Frælsislýsing Ísraels heitti á "arabisku íbúgvarnar í statinum Ísrael ... at vera ein partur av landinum, við grundstøði í fullum og javnbjóðis borgararættindum og umboðan í almennum stovnum, bæði fyribils og varandi."

BORGARALÓGIN - Lógin um borgararætt (1952) veitir øllum, búsitandi í Ísrael, fullan borgararætt. Allir minnilutar hava fult frælsi til trúgv og gudsdyrkan, og tað stendur øllum frítt at vera við í øllum samfelagsviðurskiftum, fígging, mentan, poitikki og rættarskipan. Arabiska málið er viðurkent sum alment mál í landinum.

TILLUTAÐ LAGNA - Drusasamfelagið stovnaði eitt Zionistaumboðsráð, gjørdi ein "Brøðrasáttmála" og tilevnaði ein felagsskap um sínámillum lagnu við Ísrael. Drusar og Sirkassar gera hertænastu í IDF (ìsraelsku verjuni), og náa eisini høgt støði. Eisini nógvir Bedouinar gera hertænastu.

ÍSREL OG ÚTLEGDIN - EIN TJÓÐ - EITT HJARTA - Zionisma strembar eftir, at savna jødar um allan heim saman í Ísrael, har teir skulu búgva trygt og virka við at menna Ísrael. Kortini er veruleikin tann, at nógvir jødar eru verandi í útlegdini, har teir hava stovnað jødiskar felagsskapir og eru falnir inn í samfeløgini, fíggjarliga, sosialt, mentanarliga og politiskt. Hóast geografisku fjarstøðuna, er ein djúp kensla av sambandi millum jødarnar í útlegd og teir í Ísrael. Hetta sambandið virkar ein samleika og felags ábyrgdarkenslu.

ÚTLEGDIN STUÐLAR ÍSRAEL - Jødarnir í útlegd hjálptu til, tá ið staturin Ísrael varð settur á stovn og stuðlaðu honum á nógvan hátt í menningini: eggjan, fíggjarstuðul til tjóðar- og staðbundnar verkætlanir, politiskur stuðul, almennar samhugalýsingar og at savna sjálvboðin til civila- ella hernaðartænastu. Ísrael er eisini vældámt mál hjá ferðafólki og familjuferðandi.

ÍSRAEL STUÐLAR ÚTLEGDINI - Ísraelski staturin sær seg eisini hava ábyrgd av lagnuni hjá Jødum kring heimin, og stuðlar teimum á allan hátt, tað er møguligt. Almennir stovnar senda útbúgvingar-sendiboð til jødisk samfeløg uttanlands, har teir veita hóskandi frálærutilfar, sum styrkir teirra vitan um jødadómin, standa fyri frálæruskráum, sum virka fyri jødiska og zionistiska samleikanum og veita átrúnaðarligar tænastur.

RÁK AV JØDADÓMI - Jødadómur í útlegd hevur ment frísinnað átrúnaðarlig rák, sum hava týðandi leiklut í útlegdarsamfeløgunum. Teirra árin hava eisini havt mikið árin á ísraelska samfelagið.

BARDAGI MÓTI ANTI-SEMITISMU - Antisemitisma stendur í vøkstri kring allan heim, og vísir seg sum almennar antiísraelskar útsøgnir og gerðir, umframt boykott móti Ísrael (BDS). Heims Zionistafelagsskapurin (WZO) rekur eina samskiftismiðstøð, sum stríðist móti hesum tilburðum, og stjórnar ymiskum mótvirkandi tiltøkum, í samstarvi við jødar í útlegd.

VERJA OG TRYGD - FYRSTA VERJUMEGIN - Herzl strembaði eftir at stovnseta jødiska statin við atjóða samtykki og í friðaranda. Kortini, av tí at arabar fóru harðliga fram í landinum, stovnsetti hetta nýggja jødiska samfelagið verjuskipanir - Bar Giora (1907), Hashomer (Vaktara-samtakið - 1909) og Hagana (1920).

BRETAR KALLA INN HERFÓLK - Nógvir limir í jødiska samfelagnum bardust í Bretska herinum, sum partur av "The Jewish Legion" (Jødisku herdeildini) ímóti Turkunum í Fyrra heimsbardaga, ella ímóti Nazistunum í Seinna heimsbardaga. Teir vóru limir í Palmach ella í Jewish Brigade, sum eisini hjálptu fólki, sum vóru sloppin livandi burtur úr Holocaust, til Ísraels Land.

LOYNIHERARNIR - Av tí at Bretska stjórnin, í 1930 - 1940-árunum avmarkaði Aliyah, skerdi møguleikar jødanna at keypa jørð og gjørdi tilveruna vandamiklari fyri Jødisku samfeløgini, vórðu loyniherar skipaðir. Hermegirnar Hagana (íroknað Palmach), Irgun og Lechi vardu jødisku samfeløgini og virkaðu ímóti Bretsku yvirræðisstjórnini, við tí endamáli at stovna ein sjálvstøðugan stat.

IDF (ISRAEL DEFENCE FORCE - Ísraelska verjan) - Tá ið Ísrael tók skap, vórðu smáu hermegirnar sameindar í Israel Defence Force (Ísraelsku verjuna). Ísraelski staturin hevur ikki enn nátt staðbundnan frið og er noyddur at berjast fyri tilveru og íbúgvum sínum. Samanbrestir í økinum skugga framhaldandi fyri trygd íbúgva Ísraels, sjálvt um friðaravtalur eru gjørdar við Egyptaland og Jordan. Afturat tí, at varðveita trygdina, er IDF eisini ein bráðpanna hjá tilflytarum og ymiskum fremmandum fólkabólkum. Ísraelska verjan stendur eisini fyri, at hesir hermenn fáa formligu útbúgvingina og menna vanliga borgarliga ábyrgdarkenslu. IDF hjálpir eisini javnan til við bjargingararbeiði og veitir neyðhjálp, har t.d. náttúruvanlukkur raka, ymsastaðni kring heimin.

TØKNILIG MENNING OG CIVIL VERJA - Tørvurin, at betra um statstrygdina hevur leitt til vøkstur í nýskapandi tøkniídnaði, og civilum skipanum, sum hava ment tøknifrøðina kring heimin. Ísrael er eisini vorðið á odda í sambandi við trygdarviðurskifti á alnetinum.

JERUSALEM - Jerusalem hevur verið ævigi høvuðsstaður Jødafólksins síðan Dávid kong, og tað var har templið var. Jerusalem er ein ímynd av longsli Jødafólksins at venda aftur til tess land.

JERUSALEM VEKSUR ÚT UM MÚRARNAR - Í øldir búðu íbúgvar Jerusalems bara innanfyri múrin kring Gamla býin. Í 1860 vórðu bygd nýggj grannaløg uttanfyri gamla múrin, og seinast í 1800-árunum vóru jødarnir í meiriluta í býnum. Teir nýggju býarpartarnir vuksu og breiddu seg, so hvørt sum Aliyah-bylgjurnar skolaðu inn í landið í 1900-árunum.

"HØVUÐSTAÐUR" Í "STATINUM Í FØÐING" - Í Bretsku yvirvaldstíðini stovnfesti WZO (Heims-Zionistafelagsskapurin) Tjóðarbygningin og Hebraiska Universitetið í Jerusalem. Á tann hátt varð Jerusalem høvuðstaður í "Statinum í føðing".

HØVUÐSTAÐUR ÍSRAELS - Í frælsiskrígnum (1948) hersetti Jordan Gamlabýin. Eftir tað, at staturin var stovnaður, lýsti David Ben Gurion, forsætisráðharri, Jerusalem høvuðstað í Ísrael at vera, og Knesset (Tingið) staðfesti alment: "Við stovnan Jødiska statsins, er Jerusalem einaferð aftur vorðin tess høvuðstaður." Jerusalem varð lýstur heimstaður Knesset's, málaráðanna, hægstarætt, bústaður forsetans og forsætismálaráðharrans, Rabbinaleiðsluna og Rabbinarættin.

HERZL FJALLIÐ - Í august mánaði 1949, vóru jarðarleivdir Herzl's, eftir vilja hansara og avgerð Ísraelska Knesset's, fluttar og jarðaðar í Jerusalem. Síðan tá hevur Herzl fjallið verið tjóðarminnisstaður og gravstaður hjá tjóðarleiðarunum, hernaðargravstaður og Yad Vashem Holocaust minnismiðstøð.

SAMEINDUR JERUSALEM - Í Seks-daga krígnum (1967) varð býurin sameindur einaferð enn. Hann vaks í stórum og gjørdist størsti býur í Ísrael. Blandað og ymisk fólkasløg búgva nú í Jerusalem, har øll hava fullkomið trúarfrælsi.

EIN ÁHALDANDI HUGSJÓN - Einaferð kallaði eg Zionismu fyri eina áhaldandi hugsjón ... av tí at hon ikki endar við at vera fullkomin, sjálvt eftir tað, at vit fáa okkara egna land, Ísraels Land. Tí Zionisma ... fevnir ikki bara um vónina um eitt rættartrygt heimland til fólk okkara ... men eisini tráan eftir molalskum og andaligum fullkomni. (Theodor Herzl, "Vón okkara," mars 1904)

EIN FYRIMYNDARSTATUR - Herzl strembaði eftir at stovna ein fyrimyndarstat til Jødiska fólkið í Ísraels Landi, sermerkt sum eitt upplýst, tolið og framfýsið samfelag. Tað nýggja samfelagið í hesum landinum skuldi vera ført fyri at hýsa Jødiskum og algiltum (universellum) fullkomnum hugsjónum, framkomnari vísind og tøknifrøði til fyrimun fyri allan heim, og stremba eftir, at gera framúr moral hins "áhaldandi hugsjónar" til veruleika.

EIN JØDISKUR OG DEMOKRATISKUR STATUR - Zionistarørslan stovnsetti Ísraelska statin sum ein Jødiskan og demokratiskan stat, sum eisini tráar ímóti einum rættvísum samfelag, har vernd og framburður fyri jødiska fólkið er í miðdeplinum, og styrkir jødiska samleikan og bondini millum Ísrael og jødarnar í útlegdini. Ísraelska samfelagið hevur sett sær fyri, at skapa eina sanna kenslu av sambandi millum allar sínar ymisku fólkabólkar, trúar- og mentunargreinar, grundað á virðing, samljóð, frið og javnstøðu. Hetta var tað, sum Herzl kallaði samfelagsins moralska og andaliga fullkomni.

YNSKIÐ UM FRIÐ - Hægsta tráan, saman við allari vón Jødafólksins, síðan upphav søgurnar, hevur verið innari friður einstaklingsins, friður í samfelag okkara og frið við grannar okkara, nær og fjar.

Týtt úr bóklinginum "120 YEARS OF ZIONISM - ZIONISM IS AN INFINITE IDEAL" / dp 27. juli 2018.

29/07-2018
Dánjal Poulsen