Aftur ógvisligt álop úr Gaza inn í Ísrael

Fleiri enn 70 rakettir eru skotnar úr Gaza inn í Ísrael í kvøld, mikukvøld 8. august. Ísraelska rakettverjan megnaði at gera 11 av hesum rakettum óvirknar. Fýra rakettir raktu býir í suður Ísrael og særdu 9 fólk. Ávaringarlúðrarnir hava ýlt ótaldar ferðir á hesum støðum í kvøld: Eibim - Gevim - Sapir College - Nir Amm - Sderot - Dorot - Ruchama - Mephlasim - Or Haner - Erez - Kerem Shalom - Kisufim - Nahal Oz - Alumim - Beit Hagdi - Netivot - Yachini - Brosh - Givolim - Melilot - Maagalim - Shibolim - Sharsheret - Taashur - Tidhar - Yachini Meðan hetta verður skrivað, er klokkan í Ísrael 01:30 - mitt á nátt. Ávaringarnar merkja, at øll - vaksin og børn - ommur og abbar - øll, skulu niður í bumbuskýlini. Tey skulu eisini í skúla og til arbeiðis tíðliga í morgin áðrenni!

So, um vit frætta í útvarpinum í morgin, at Ísrael hevur bumbað í Gaza, so er tað orsaka av áganginum úr Gaza í kvøld!

08/08-2018
Dánjal Poulsen