ÍSRAELSKIR FILMSDAGAR 12.-14. november 2018

Aftur í ár hevur Ísraelska Sendistovan í Keypmannahavn útvegað tríggjar nýggjar ísraelskar filmar at vísa í Filmsfelagnum. Ísraelsku filmsdagarnir, sum eru almennir og ikki krevja nakran limaskap, verða í Havnar Bio í døgunum 12. - 14. november. Fyrsti filmur í røðini er RED COW, sum ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Benjamin Dagan, fer at innleiða mánadagin 12. november kl 20. Síðan koma filmarnir OUTDOORS 13. november kl 20 og FOXTROT 14. november kl 20. Atgongumerkjasølan er byrjað á netinum og við skivuna í Havnar Bio.

Væl møtt!

05/11-2018
Dánjal Poulsen