80 ár síðan Krystallnáttina

9. november 1938 var "Krystallnáttin" í Týskalandi. Kvøldið fyri og um náttina oyðiløgdu "nationalsosialistarnir" nógvar jødiskar kirkjugarðar og handlar. Upp ímóti 7.000 handlar vórðu lagdir í oyði og eldur varð settur á umleið 200 synagogur.

Náttin fekk hetta navnið av øllum tí knústa glasinum, sum lá og glitraði sum krystall í gøtunum. 91 jødar vórðu píndir til deyðis, og umleið 26.000 vórðu fongslaðir.

Í 1938 noyddust túsundtals jødar, føddir í Pólandi, at rýma úr Týsklandi. Teir flestu teirra fóru við toki til pólska markið.

Ein jødiskur maður, sum hevði búð í Týskalandi í umleið 30 ár, men nú var útvístur til Pólands, sendi eitt postkort til dóttir sína, har han skrivaði um vánaligu korini, sum tey noyddust at liva undir, og hvussu SS-menn søktu at teimum og bukaðu tey, so at blóðið fleyt í gøtunum.

Dóttirin sendi postkortið víðari til 17-ára gamla beiggja sín, Hershel Grynszpan, sum búði í París. Hetta, sum pápi teirra segði frá, førdi við sær, at sonurin vildi hevna.

7. november 1938 fór Hershel Grynszpan inn á týsku sendistovuna í París og tilvildarliga skeyt týska diplomatin Ernst von Rath.

Aftaná segði Hercher: "Eg havi beint nú skotið ein mann á skrivstovu sínari. Eg angri tað ikki. Eg gjørdi tað í hevnisøku fyri foreldur míni, sum hava tað so ringt undir SS-valdinum í Týskalandi."

Týski diplomaturin varð álvarsliga særdur og doyði 9. november kl. 16:25. Hershel Grynszpan ætlaði at skjóta sjálvan týska sendiharran, men í staðin skeyt hann fyrsta diplomatin, hann møtti á sendistovuni.

Hóast drápið, er tað umráðandi at síggja hendingarnar Krystallnáttina sum meira enn tilvildarligan gøtuófrið, sum stóðst av øði um eina stakhending. "Fólkslig jøda-revsing" hevði leingi verið ávegis, men drápið festi av álvara í jødahatur nasistanna.

dp/kelda: Wikipedia.com

12/11-2018
Dánjal Poulsen