Ísraelski sendiharrin á vitjan í ráðhúsinum

Tórshavnar kommuna: Ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Benjamin Dagan, vitjaði í dag (12. nov. 2018) Ráðhúsið, saman við frú Irit.

Vitjanin er í sambandi við ísraelsku filmsdagarnar, sum settir verða í Havnar Bio í kvøld. Hetta er fyrsta vitjan Benjamins í Føroyum, so høvið var eisini at kunna seg um føroysk viðurskifti.

Á stuttum fundi kunnaðu trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin um ymisk viðurskifti í høvuðsstaðnum og Føroyum sum heild.

Sendiharrin var hugtikin av Føroyum og móttøkuni, sum hann hevði fingið.

Hann greiddi eisini frá ymsum samstarvsmøguleikum, ið hann metti kundu vera millum føroyskar og ísraelskar stovnar og fyritøkur, eitt nú innan útbúgving, kt og mentan, harundir tónleik.

Ísraelsku filmsdagarnir í Havnar Bio eru frá 12. - 14. november 2018. Tað er ísraelska sendistovan í Keypmannahavn, sum hevur útvegað Filmsfelagnum tríggjar nýggjar virðisløntar filmar at vísa.

kelda: torshavn.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo Lagt út hevur Ólavur í Beiti 12/11/2018 16:53

15/11-2018
Dánjal Poulsen