Ísraelski sendiharrin vitjaði á Hálsi tá ið Samfelagsstevnan var liðug

Ísraelski sendiharrin Benjamin Dagan og konan Irit stukku inn á gólvið í Ítróttarhøllini á Hálsi tá ið Samfelagsstevnan var liðug.

Sangkórið í Ebenezer, sum var á ferð í Ísrael í 2011, sang tveir samgir fyri sendiharrahjúnunum. Saman við kórinum sungu Eli Smith og Bárður Tindskarð solo. At hoyra sangirnar báðar, "Shema Israel" og "Hin halgi staðurin" var sera hugvekjandi..

Aftaná segði sendiharrin, at vitjanin higartil í Føroyum hevði verið framúr, og at henda løtan saman við Ebenezerkórinum og fjøldini allari, var honum og konuni ein óvæntað og minnilig løta.

EvR netvarpaði frá løtuni:

15/11-2018
Dánjal Poulsen

Samfelagsstevnan sunnukvøld 11.nov. kl. 19