Avstralia viðurkennir vestur-Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels

Avstralia er nú lagt aftrat teimum londum, ið viðurkenna vestur-Jerusalem sum høvuðsstað hjá Ísrael. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

- Avstralia viðurkennir vestur-Jerusalem, ið er heimstaður hjá Knesset og fleiri almennum stovnum, sum høvuðsstað Ísraels, endurgevur Reuters avstralska forsætisráðharran Scott Morrison fyri at siga.

Forsætisráðharrin upplýsti eisini, at avstralska sendistovan verður flutt til høvuðsstaðin, tá praktisku umstøðurnar eru til tað.

Hóast talan er um eina nýggja kós í Miðeystur-politikkinum hjá Avstralia, so koma tíðindini ikki heilt óvart á. Longu í oktober boðaði forsætisráðharran frá, at hann var sinnaður at flyta sendistovuna úr Tel Aviv, men ikki fyrr enn ein endalig avtala var um hvussu býurin skal býtast millum Palestina og Ísrael. Á tíðindafundi í gjár gjørdi hann eisini greitt, at Avstralia stuðlar eini loysn við tveimum statum har eystur-Jerusalem er høvuðsstaður í Palestina.

kelda: in.fo Hallur av Rana

15/12-2018
Dánjal Poulsen