ISRAELA ASAGO

Israela Asago, sum var í Føroyum í 2007, greiðir soleiðis frá: Eg eri "Etiopisk sabra", sum merkir "Etiopari, fødd í Ísrael". Foreldur míni búðu í bygdini Shira í Etiopia. Har var ikki so heilt vánaligt at búgva. Foreldur míni, saman við øðrum í familjuni, tóku ein dag støðu, at flyta til "lovaða landið" - "gera aliyah", sum tað eitur - at flyta og búsetast í Ísrael. Tey gingu ta long leið, úr Shira til Sudan (uml. 1000 km.). Ymiskt ræðuligt var teimum fyri á leiðini. Tey vórðu rænd - peningur, ross og matur varð alt stolið frá teimum. Rossini vórðu brúkt at reiða tey smæstu, so nú máttu foreldur míni bera børnini. Hetta bar til, so leingi øll vóru væl fyri. Tey gingu gjøgnum oyðimørkina, uttan mat og drekka. Tað tók fleiri mánaðir at koma til Sudan, og tá ið tey komu fram, varð pápi ógvuliga sjúkur. Ongin peningur var at keypa heilivág fyri, so mamma vaskaði klæði fyri fólk, at vinna nakað av peningi. Stívliga tvey ár gingu, so var mamma við barn. Eg var á veg. Ein dag komu ein maður og ein kvinna (nú veit eg, at tey vóru Mossad-fólk, sum er loyniliga Ísraelska fregnartænastan); tey førdu foreldur míni til Khartoum, høvuðsstaðin í Sudan. Haðani fóru tey aftur eina ferð gjøgnum oyðimørkina. Har bíðaði eitt flogfar eftir teimum. Beint áðrenn tey skuldu fara í flogfarið gjørdist mamma knappliga ógvuliga illa fyri. Hon væntaði ikki at klára ferðina til Ísraels, men har vóru fólk sum hjálptu henni umborð. Í flogfarinum var ein ungur maður, Daniel, og ein kvinna; mamma minnist ikki hvussu hon æt (kanska vóru tey eisini Mossad-fólk). Kvinnan gav mammu eina vatnfløsku. Mamma goymir fløskuna í skápinum enn. Tey komu til Ísraels í øllum góðum og búsettust í Pardes Hanna, ein bygd, einar 40km. norðan fyri Tel Aviv. Ein mánaða seinni varð eg fødd á Soroka sjúkrahúsinum í Beer Sheva - so eg er "made in Etiopta" og fødd í Ísrael. 13 mánaðir seinni fluttu vit til Kiryat Gat í Negev-oyðimørkini, í suður-Ísrael. Við hjálp Guds hava vit øll tað gott í Ísrael. Foreldur míni eru ógvuliga glað fyri teirra nýggja heimland. Eg kundi ikki fingið betur foreldur, sum elska meg og hava tikið sær so væl av mær. Tey eru einastandandi og eg takki Gudi hvønn einasta dag fyri tann veruleika. Eg takk fyri tykkara hjálp, at fáa vinir mínar og familju úr Etiopia heim til Ísraels. Enn eru nógv eftir, sum liva í sera vánaligum umstøðum í Etiopia, og eg vóni at tey eisini kunnu koma til "lovaða landið" skjótast tilber. Vinaliga hjálp mær at fáa fólk mítt heim. Takk, øll somul, Gud signi tykkum øll.

04/01-2019
Dánjal Poulsen