HOLOCAUST minningarløta sunnudagin 27. januar

ST hevur lýst 27. januar sum altjóða minningardag um Holocaust og fólkadráp yvirhøvur.

Komandi sunnudag, sum er 27. januar, skipar Vinafelagið Føroyar-Ísrael fyri minningarhaldi um Holocaust. Tiltakið verður í felagsshúsunum Úti á Fløtum, Landavegur 96, kl. 16.00. Vit fara at hoyra ..

23/01-2019
Dánjal Poulsen

Mia av Kák, sum er lærari, og hevur verið á Holocaust-savninum Yad Vashem í Jerusalem, at kunna seg um evnið, fer at greiða frá.
Eisini fara vit at hoyra Róland í Skorini, sum í mong ár hevur granskað Holocaust og fólkadráp yvirhøvur. Hann fer at greiða frá um "Árið ið fór".
Dreingjakórið Undir Brúnni fer at syngja nakrar sangir, har evnið er úr Ísrael.

Aftaná verður ein drekkamuðar at fáa.

Øll eru vælkomin.