27. januar - almennur Holocaustdagur í Føroyum

Jógvan á Lakjuni fer í dag (1. feb. 2019), vegna Fólkaflokkin at leggja uppskot fram um at Løgtingið heitir á landsstýrið um at bera so í bandi, at í Føroyum verður 27. januar settur í gildi sum almennur minningardagur teirra, sum lótu lív í Holocaust. Les meira ...

01/02-2019
Dánjal Poulsen

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Jógvan á Lakjuni millum annað, at fyri nøkrum árum síðani hevði Bjarni Djurholm, fyrrverandi løgtingsmaður, fyrispurning á tingi um júst hetta at gera 27. januar til almennan Holocaust-minningardag.

- Viðmerkingarnar til hetta uppskotið eru fyri stóran part úr hesum fyrispurningi og eru eisini kveiktir úr sendingini, Credo, har Elsa og Róland í Skorini so væl hava lýst hetta álvarsama mál.

Víðari verður sagt í viðmerkingunum:

1. november 2005 samtykti ST einmælt við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust undir seinna heimsbardaga og øll onnur fólkadráp.

Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minningardag, soleiðis at komandi ættarlið kundu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur vórðu framd.

27. januar varð valdur sum tann mest ímyndandi dagurin, tí henda dagin komu sovjettiskar herdeildir fram til Auschwitz, har teir fríaðu teir 9000 fangarnar, sum eftir vóru, og sum tá hvørki orkaðu at ganga ella grulva.

Stutt frammanundan hevði Heinrich Himmler givið boð um, at brenniovnarnir og gasskømurini skuldu spreingjast í luftina. 60.000 fangar vórðu noyddir at fara í deyðsgongu til aðrar legur. Hetta varð gjørt fyri at fjala sannleikan um týningina. 20.000 megnaðu at koma fram til Bergen-Belsen-leguna í Týsklandi, har teir vórðu fríaðir av bretskum herdeildum í apríl 1945.

Holocaust ímyndar øll fólkadráp, men er samstundis heitið á jødatýningini, sum nazistiska stýrið framdi, tá teir 1941 - 1945 drupu 6 mió. jødar. Hetta var liður í skipaðum rasupolitikki.

Ár 2000 hevði stjórnarstevnan “The Stockholm International Forum on the Holocaust“ álagt øllum luttakandi londum at minnast ofrini í Holocaust og at heiðra tey, sum vágaðu lívið og lótu lív í bardaganum ímóti Holocaust. 

Danmark luttók eisini á hesi stevnu, og longu í 2002 kunngjørdi Anders Fogh Rasmussen, at Danmark í framtíðini skuldi halda 27. januar sum minningardag teirra, sum lótu lív ella vórðu pínd undir Holocaust og øðrum fólkadrápum.

Fleiri lond hava bæði frammanundan og eftir tað sett ST-samtyktina í gildi, t.d. Bretland, Italia, Týskland og Kekkia, umframt ES sum stovnur. 

Fólkadrápini hava verið mong í 20. øld. Nøkur dømi: 

 1. Hererodrápið í Namibia í 1904: 65 tús. hererofólk doyðu  

 2. Namadrápið í Namibia í 1904: 10 tús. namafólk doyðu 

 3. Armenaradrápið 1915 – 1922: 1,5 mió. armenar doyðu

 4. Stalindrápini 1928 – 1953: 11 til 14 mió. politisk mótstøðufólk doyðu

 5. Holocaust 1941 – 1945: 6 mió. jødar doyðu

 6. Reyðu Khmerdrápini 1975 – 1979: 1,7 mió. kambodjanar doyðu

 7. Kurdadrápið hjá Saddam Hussein í 1988: 180 tús. kurdar doyðu

 8. Rwandadrápini í 1990 og frameftir: 800 tús. tutsiar doyðu

 9. Bosniadrápini í 1992 og frameftir: 100 tús. lótu lív

 10. Darfurdrápini síðan 2003: millum 100 og 300 tús. lótu lív.

Føroyar og føroyingar vórðu hart raktir av krígnum, og tí hava vit eisini orsøk til at seta minningardagin í gildi í Føroyum. Ikki færri enn 150 føroyskir sjómenn doyðu beinleiðis av krígsávum og nazismuni undir seinna heimsbardaga. Og av somu orsøk sótu 239 børn faðirleys í Føroyum. 

Í áðurnevndu útvarpssending varð endamálið við einum holocaust-minningardegi so væl lýst í trimum punktum. Tey verða endurgivin her:

 1. at ávara øll menniskju móti hugburði og atburði, sum kann føra til fólkadráp

 2. at menna undirvísing og undirvísingartilfar, sum kann forða fyri fólkadrápi

 3. at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólkadrápum

 

kelda: vp.fo