Tibor Baranski bjargaði fleiri enn 3000 jødum undan týning í Holocaust.

Tibor Baranski, nú 96 ára gamal, bjargaði fleiri enn 3000 jødum frá týning í Holocaust.

Tibor var tá 22 ára gamal og starvaðist í presta-útbúgving í Budapest. Við ymiskum snildum megnaði hann at lumpa Nazi-hermenninar. M.a. lánti hann sær ein flottan Rolls Royce diplomatbil, soleiðis at hann, sum "diplomatur" slapp at koyra við fólki framvið vaktar-

05/02-2019
Dánjal Poulsen

-monnunum og á tann hátt bjarga túsundtals jødum undan vísum deyða.

"Eg arbeiddi nátt og dag og fekk ógvuliga lítlan svøvn og unti mær næstan ikki matnáðir," sigur hann. "Saman við náði Guds …. hevði eg dirvi og nakrar førleikar at skipa fyri" – "Mínir Jødar" kallaði hann tey ið hann setti lív sítt í váða fyri.

Trýst her: https://www.facebook.com/Channel4News/videos/the-man-who-saved-3000-hungarian-jews/10155453115526939/