Fyrstu myndir úr ísraelskum rúmdarfari

Ísraelska rúmdarfarið, BERESHEET tók hesa myndina av jørðini við "Selfie" myndatóli sínum, 37,600 km úti í rúmdini.

06/03-2019
Dánjal Poulsen

Australia sæst týðiliga á myndini, sum varð tikin meðan rúmdarfarið mól spakuliga kring jørðina.

Eisini sæst eitt skelti á rúmdarfarinum við ísraelska flagginum og orðunum  "Am Israel Hai" (ísraelska tjóðin er á lívi) og "Lítið land, stórar hugsjónir."

Vísindamálaráðharrin Ofir Akunis sigur "Sjálvt um Beresheet rúmdarfarið er so lítið, so eru vit øll tó stolt av tí."

"Rúmdarfarið boðar frá styrki og tøkniliga førleika Ísraels, og henda væleydnaða verkætlan ber eisini eftirkomarum Ísraels ein týðandi námsfrøðiligan boðskap: "Tú kannst og mást hava stórar hugsjónir."    

"Eg eri stoltur av at vit tóku støðu til at vera við í hesari rúmdarverkætlan, hvørs ávøkst vit byrja at síggja nú."

(Mynd: SpaceIL)

Kelda: Virtual Jerusalem