USA viðurkennir rætt Ísraels til Golanherðurnar

Nú 52 ár eru liðin, er tíðin komin, at USA viðurkennir rætt Ísraels til Golanherðurnar, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump

- Golanherðurnar hava stóran strategiskan og trygdarpolitiskan týdning fyri Ísrael og støðufestið har á leiðini, skrivar amerikanski forsetin á Twitter.

23/03-2019
Dánjal Poulsen

Golanherðurnar eru í útsynningspartinum av Sýria, og Ísrael hersetti tær undir seks-daga-krígnum í 1967. Ísrael legði Golanherðurnar undir seg í 1981.

Tað hevur altjóða samfelagið ongantíð góðkent, og Sýria hevur fleiri ferðir roynt at fáa Golan aftur.

ST-friðarvarðveitandi deildir verja eitt øki við markið, sum er 70 kilometrar langt.

Netanyau fegnast  -  Golanherðurnar hava eisini havt ein leiklut í sýriska borgarakrígnum, tí lopið hevur verið á ísraelskar hermenn við rakettum, sum iranskar deildir hava skotið haðani.

Ísraelski forsætisráðharrin fegnast um avgerðina hjá amerikanska forsetanum.

- Tú hevur skrivað søgu, hevur Benjamin Netanyau sagt í telefonsamrøðu við Trump, skrivar Reuters.

- Nú Iran roynir at brúka Sýria sum pall til at oyða Ísrael, er amerikanski forsetin djarvur og viðurkennir rætt Ísraels til Golanherðurnar, skrivar Netanyahu á Twitter.

Síðani amerikanski forsetin boðaði frá, at USA fer at viðurkenna rætt Ísraels til Golanherðurnar, hava ES, Týskland og Frakland gjørt greitt, at Golan hoyra framvegis til Sýria.


Kelda: kvf.fo  -  23.03.2019 - 13:21 - Solby Christiansdóttir