Noam Bedein úr Jerusalem

Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevði áhugaverda vitjan úr Ísrael í døgunum 2. - 5. apríl 2019. Tað var Noam Bedein, sum umboðar felagsskapin Keren Hayesod. Síðan 2006 hava føroyingar, trúliga, undir navninum HJH - "Hjálp Jødunum Heim", stuðlað heimkomu Jødanna. Les meira ...

08/04-2019
Dánjal Poulsen

Noam Bedein var gestarøðari á aðalfundinum hjá Vinafelagnum Føroyar-Ísrael týskvøldið 2. apríl.
Mikudagin og hósdagin var hann á skúlanum Glasir, har næmingar lurtaðu við áhuga, og settu honum góðar og viðkomandi spurningar.
Mikukvøldið var hann í KFUM og K í Klaksvík, har fitt av fólki hoyrdi hann greiða frá um viðurskiftini í Ísrael, og hvussu tey dagliga sígga, hvussu bíbilsku profetiini ganga út.
Um leið 30.000 jødar flyta til Ísraels árliga. Nógvir teirra koma úr fátøkum londum, har eisini ófriður og ágangur er.
Serliga seinnu árini eru nógvir jødar úr Evropa fluttir heim til Ísraels.
Í Ísrael verða innflytararnir sera væl móttiknir. Skipað er fyri, so at teir beinanvegin fáa fyribils innivist, skúlagongd og síðan fáa egna íbúð og arbeiði.
Vit í felagnum hava við egnum eygum sæð, hvussu henda skipanin virkar, og hvussu glað hesi fólkini eru fyri sítt nýggja heimland.
Saman um tikið; ein sera væleydnað vitjan úr Jerusalem.