Føroyingar skulu minnast offur fyri fólkadrápi

- Men talan verður hvørki um ein frídag, ella ein flaggdag.

Eisini føroyingar skulu minnast jødatýningina undir krígnum, og onnur offur fyri fólkadráp.

Tað er Mentanarnevndin hjá Løgtinginum samd um, og nú vilja tey hava Løgtingið at samtykkja tað. Í nevndini eru umboð fyri teir fýra stóru flokkarnar, ... les meira

03/05-2019
Dánjal Poulsen

Áki Bertholdsen      03.05.2019 (08:55)      in.fo 

Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, umframt umboð fyri Framsókn. 

Tað er Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera 27. januar til almennan minningardag um jødatýningina undir seinna heimsbardaga, og onnur fólkadráp.

Mentanarnevndin vísir á, at ST hevur samtykt, at 27. januar skal vera altjóða minningardagur um jødatýningina undir seinna heimsbardaga, og øll onnur fólkadráp.

Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minningardag, soleiðis at komandi ættarlið kundu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur vórðu framd.

Tað hava fleiri lond gjørt, men enn hava Føroyar ikki tikið hetta stigið, og Mentanarnevndin hjá Løgtinginum er samd við Jógvan á Lakjuni í, at eisini vit í Føroyum eiga at gera 27. januar til almennan minningardag.

Men talan verður ikki um ein frídag, halgidag ella flaggdag, sigur Mentanarnevndin. Heldur verður talan um ein upplýsandi dag um viðurskifti, ið hava við fólkadráp at gera.

Í hesum sambandi eigur dentur at verða lagdur á at upplýsa um fólkadráp og at útvega tilfar á føroyskum um hesi viðurskifti.

– Dagurin eigur at verða ein námsfrøðiligur minningardagur, sum skal hava til endamáls at stimbra søguliga og etiska vitan um fólkadráp. Og somuleiðis skal hann brúkast til at  kunna um ymisk viðurskifti, ið hótta fólkaræðið og elva til slíkar ræðuleikar.
 Nevndin heldur eisini, at vit eiga at útvega meiri tilfar um Føroyar undir seinna heimsbardaga, eins og hesi viðurskifti eiga at verða granskað.

Samstundi skulu skúlarnir kring landið kunna børnini um hesi viðurskifti.

Men føroysku politikarar seta sær esini hægri mál enn so, tí teir halda eisini, at føroyingar skulu leggja eina ætlan fyri, hvussu vit kunnu verða partur av heimsumfatandi arbeiðnum at basa fólkadrápi og ganga ímóti teimum kreftum, ið vilja at týna fólkaræðið.

Sostatt er ætlanin, at Mentamálaráðið, og Nám, skulu átaka sær arbeiðið at skipa fyri almennum degi 27. januar og at seta neyðugan pening av til hetta. Endmálið skal vera at gera undirvísingartilfar, umframt at skipa fyri framsýningum og framførslum.

Hetta er eitt av uppskotunum, formenninir fyri flokkarnir á Løgtingi eru samdir um at avgreiða, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí og sostatt er ætlanin, at Løgtingið skal taka støðu til málið í dag.

---------------------------------

3. mai 2019:

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp

Uppskotið samtykt  32-0-0
Málið avgreitt

----------------------------------