Fagnaðarløta í miðbýnum í Havn

Frælsisdag Ísraels, 14. mai var fitt av fólki samankomið í gongugøtuni. Veðrið var av tí fagrasta og nógv føroysk og ísraels fløgg veitraði í lotinum. Í ár eru liðin 71 ár síðan Ísrael varð endurstovnað og jødarnir eru í stórum tali komnir heim til egna land teirra. Les meira ...

17/05-2019
Dánjal Poulsen

Malan og Heine Lützen settu ein serligan dám á løtuna við vakra sangi teirra.

Dánjal Poulsen og Jákup S. Joensen fluttu fram røður, Ísrael at frama.

Á netinum heilsar forsætisráðharri Ísraels, Benjamin Netanyahu, øllum, sum hátíðarhalda frælsisdag Ísraels við hesum orðum:  "Ísrael er ein vón millum tjóðirnar og ein vón fyri tjóðirnar".
Netanyahu  sigur m.a.: "Hetta er ein serstakur dagur at hátíðarhalda, av tí at jødiska fólkið hevur nátt nakað, sum einki annað fólk á jørðini hevur nátt:
"Vit eru tey einastu í heiminum, sum búgva í sama landi – við sama navni – við sama tungumáli – við somu trúgv, sum vit høvdu fyri 3000 árum síðan!"

"Men, men, hvør ein royndartíð vit eru farin ígjøgnum, við útlegd, jagstran, trongd og líðing!

- Men, vit komu aftur til land okkara, og fyri 71 árum síðan kravdu at fáa frælsi okkara aftur – vit stovnaðu ein sjálvstøðugan stat – vit bygdu upp eina verju – vit bygdu upp land okkara – vit bygdu upp ein  fíggjar-geira sum undrar allan heimin og eina ídnaðarframgongd, sum einki annað land kann kappast við.

Vit bygdu upp ein samfelag við fólkaræði, við fullum frælsi fyri jødar og ikki-jødar. Fólkaræði okkara lýsir bjart í dag í sjálvur hjartanum í Miðeystri."

Og Netanyahu heldur fram:

Hetta er tað, ið Ísrael er: "Ísrael er ein vón millum tjóðirnar, og ein vón fyri tjóðirnar."

Jú – vit hava framvegis antisemitismu –
Jú – vit hava framvegis ágang av ymiskum slagi –

Men tað eru eisini sólskinssøgur og vón -

Fleiri og fleiri kring heimin síggja veruleikan hvat vit hava nátt – síggja sannleikan um okkara frælsi og okkara vón"

Netanyahu endar heilsan sína við hesum orðum:  "Eg veit at tú ert við í hesi vón og hesum sannleika, og en takki fyri at tú hátíðarheldur frælsisdag Ísraels saman við okkum."

Hátíðarhaldið í Havn endaði við, at fyrsta vers í tjóðsangi okkara varð sungið.

Aftaná vórðu børn og vaksin boðin okkurt smávegis leskiligt.