Nýval í Ísrael

Val verður til Knesset, ísraelska tjóðartingið, tann 17. september.

Tað hendir eftir at forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er givin við royndunum at skipa nýggja stjórn eftir valið sum var 9. apríl. - Les meira ...

30/05-2019
Dánjal Poulsen

Á midnátt (30. mai. 2019) var freistin hjá Netanyahu farin, og flokkur hansara, Likud, segði í gjár, at bert ein tjóðartingslimur restaði í, so ein meirilutasamgonga av høgraflokkum kundi skipast.

Men tað eydnast so ikki garvaða politikaranum at savna fleiri smáar nationalkonservativar og ultraortodoksar flokkar á høgraveinginum, og harvið fáa meiriluta, skrivar New York Times.

Eitt sum flokkarnir á høgravonginum eru ósamdir um, og sum ger at teir ikki kunnu finna saman í samgongu, er, um ultraortodoksu jødarnir skulu hava herskyldu eins og øll onnur. Tað vilja summi, eitt nú fyrrverandi verjumálaráðharrin, Avigdor Lieberman, og hansara flokkur, sum hevur fimm sessir í Knesset. Men fleiri smáir ultraortodoksir flokkar, sum eisini vóru við í tingingunum um at skipa samgongu, vildu ikki hoyra talan um tað.

Benjamin Netanyahu hevur staðið á odda fyri Ísrael í 13 ár. Og heldur hann fram eftir valið verður hann tann sum hevur sitið longst av øllum forsætisráðharrum sum Ísrael hevur havt.

Kelda:  vp.fo - Gunnar Skúvadal