Ísrael kallar Golan-búseting upp eftir Donald Trump

Ein búseting á Golan-heyggjunum, sum Ísrael hevur tikið frá Sýria, eitur nú Ramat Trump – Trump Heyggjar.

16/06-2019
Dánjal Poulsen

Ísrael hevur vígt eina nýggja búseting í hernaðarliga týdningarmiklu Golanheyggjunum í norðrara parti av Ísrael við markið til Sýria, Libanon og Jordan.

Búsetingin eitur Ramat Trump – ella Trump Heyggjarnar – og er kallað upp eftir amerikanska forsetanum Donald Trump.

Vígslan var í dag, tá stjórnin hjá NEtanyagy var á staðnum við einum siðahaldi at víga hana.

Eisini amerikanski sendimaðurin í Ísreal, David Friedmen, var til staðar.

Í løtuni er Ramat Trump bert ein lítil búseting, sum ligur fjarskotin. Men Ísrael vónar, at fólk nú fara at búseta seg har, so Ramat Trump fær fleir í búgvar enn teir tíggju, sum nú búgva har.

Navngevingin er komin í lag tveir mánaðir eftir at Trump viðurkendi Ísraelska fullveldi yvir Golan-heyggjunum, sum Ísrael hertók frá Sýria undir Seksdagakrígnum í 1967.

Síðani hevur Ísrael innlimað hernaðarliga týdningarmiklu Golan-heyggjarnar, men innlimanin er ikki altjóða viðurkend.

Men Ísrael ætlar sær ikki at uppgeva Golan, haðani til ber at síggja til Damaskus ein kláran dag.

Ísrael og Sýria hava stríðst fleiri blóðug stríð undir kríggjunu í 1967 og í 1973 um valdið á Golanheyggjunum.

Áðrenn ísraelsku hersetingina skeyt sýriski herurin ísraelskar býar av Golan.

– Golan er ísraelskt, og tað fer tað altíð at vera, segði Netanyahu í Ramat Trump.

– Trump er ein stórur vinur hjá Ísrael. Hann hevur tikið eina avgerði, sum ongnantíð fyrr er tikin, segði Netanyahu um viðurkenningina hjá Trump av, at Golan er ísraelskt øki.

Í løtuni búgva 23.000 drusarar og umleiða 25.000 ísraelskir búsetarar í Golan.

Kelda:  in.fo