ÓLAVSØKAN 2019 - Lena og Niclas, Elsa og Róland

Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevði aftur í ár "OPIÐ HÚS" á Ólavsøku. Hetta er tíggjuna árið á rað, at fólk høvdu høvi at støkka inn á gólvið í Sloans húsum, har ein góður kaffimuður var at fáa. Filmur úr Ísrael varð sýndur; kunnað varð um virksemið í felagnum og ein lítil bóka-og fløgusøla var eisini. Á skránni: ---- les meira

26/07-2019
Dánjal Poulsen

Báðar dagarnar var opið kl. 15.00 til 20.00.

Ólavsøkuaftan kl. 16.00 hugleiddu Elsa og Róland í Skorini um Ísrael, landið og fólkið. Lena og Niclas sungu nakrar sangir.

Tiltakið eydnaðist av tí besta.