PALESTINSKIR MYNDUGLEIKAR (PA) ÆTLA SÆR AT BYGGJA Á ØKI C, SUM ER TANN PARTURIN Í JUDEA OG SAMARIA SUM ÍSRAEL HEVUR ÁBYRGDINA AV

Palestinski forsetin hevur givið lokalum myndugleikum boð um at fyrireika langtíðar útbyggingarætlanir og síggja burturfrá Oslo avtaluni (undirskrivað í 1993), ið býtti Judea og Samaria upp í økini A, B og C. - Les meira ..

04/09-2019
Dánjal Poulsen

PA kunngjørdi sunnudagin 01.sep.2019 at teir einsæris fóru at strika Oslo avtaluna, ið býtir Judea og Samaria upp í økini A, B, og C og hevur verið í gildi síðan hon varð undirskrivað í 1993.
   Lokalir myndugleikar hava fingið boð frá forsetisráðharranum Mohammad Shhtayyeh, at fara undir langtíðar menning, líkamikið um økini eru undir palestinskum ella Ísraelskum efturliti og ábyrgd, ella talan er um alment ella búsett øki.
   Sambart Oslo-avtaluni fevnur øki A um allar teir palestinsku býirnar í Judea og Samaria og har hevur PA  fulla ábyrgd av øllum samfelags- og trygdar viðurskiftum.
   Øki B hevur PA samfelags eftirlit, men Ísrael hevur ábyrgd av trygdini.
   Í øki C, har øll tey flestu Jødisku niðursetufólkini búgva, hevur Ísrael alla ábyrgd av trygd og borgarligum viðurskiftum.
   Ein høgur embætismaður í Ramallah sigur við blaðið (Israel Hayom) at avgerðin, at síggja burturfrá Oslo avtaluni, ”hevur onki at gera við viðmerkingarnar hjá ísraelska forsetanum Benjamin Netanyahu í Elkana sunnudagin, har hann kunngjørdi, at Ísrael fór at innlima meira av vestara áarbakka inn í Ísrael. 
   Hetta er ein avgerð sum PA-forsetin tók, sum ein liður í gongdini, at flyta PA burturfrá Ísrael.
Sambart Begin-Sadat Center for Strategic Studies hjálpir EU við fígging.

Kelda: Israel Hayom
(Begin-Sadat Center for Strategic Studies)

Les meira:  https://www.israelhayom.com/2019/09/01/pa-will-build-in-israeli-controlled-parts-of-area-c/