BENJAMIN NETANYAHU MINNIR Á KALL KALEBS, UM AT TAKA LANDIÐ

...men Kaleb royndi at sissa tey og segði: “ Latið okkum bert fara hagar at leggja landið undir okkum – vit taka tað sum einki!” (4. Mós. 13,30).

10/09-2019
Dánjal Poulsen

Í søguligari røðu, sum Benjamin Netanyahu forsatisráðharri Ísraels helt í Hebron 5. september 2019, sipaði hann til orð Kalebs í 4. Mósebók og segði: "Vit øll minnast sigursróp Kalebs, son Jefunne, ið var trúgvur móti Hebron og segði: "latið okkum bert fara hagar at leggja landið undir okkum!"".
   Hetta varð sagt við 4. Mós. 13. kap. í huga, tá ið Kaleb, ein av teimum 12 njósnarunum, royndi at sissa tjóðina Ísrael, tá ið hinir njósnararnir ikki vóru so bjartskygdir.
   Netanyahu sýntist eisini í røðuni at sipa til 1. Mós. 23. kap., tá ið hann segði: ”Vit vilja seta í gildi søgulig jødisk ognarrættindi í hesum býi".
   Í 1. Mós. 23. kap. stendur, at Ábraham keypti Hebron frá Efron Hetiti. Tað kann skiljast sum at forsetin sipaði til at Ísrael ætlar sær at innlima allan Hebron í Ísrael, av tí at tey søguligu jødisku ognarrættindini týðiliga eru ásett í 1. Mós. 23,16-18, har tað stendur: "Ábraham skilti Efron; hann vigaði honum silvurið, ið hann hevði nevnt, meðan Hetitar hoyrdu, 400 seklar av silvuri, sum gingu í handli. Soleiðis varð mark Efrons í Makpela, beint yvir av Mamre, bæði markin og hellið, sum í henni var, og øll trøini, sum markini vóru, so langt sum hon rakk allar vegir – tað var givið Ábrahami í ogn, meðan Hetitar vóru hjástaddir, allir teir, ið hoyrdu heima í býi hansara."
   Forsatisráðharrin segði somuleiðis: "Okkara samband við Hebron er aldargamalt og gongur aftur til fyrstu tíð okkara sum tjóð."
   Hann nevndi eisini hópdrápið í 1929 og segði: ”Hetta ræðuliga álopið á jødar hevði við sær morð, neyðtøkur, harða atsókn og vanhalgan av Tora-bókrullum, og legði afturat, at ongir jødar vóru eftir í Hebron; men undir Seks daga krígnum vit tóku ræði á Patriarka hellinum. Vit sendu synir okkara  aftur til vára fedranna bý.”
    Netanyaho tosaði eisini um tørvin, at geva likamliga brekaðum atgongd til hellið og rósti jødunum ið yvirlivdu álopið í 1929, og legði afturat, at "ídag vitja túsundtals ferðafólk Hebron."
    Ráðharrin fyri ítrótt og mentan, Miri Regev, og formaðurin í Knesset, Yuli Edelstein, vóru hjástødd í
90- ára minningarhaldinum fyri drápini. Regev heitti á Netanyahu um at staðfesta Ísraelskt vald yvir Hebron.

Kelda: Breaking Israel News.

https://www.breakingisraelnews.com/136621/netanyahu-hebron-invokes-calebs-call-conquer-land/

Sambart øðrum keldum, vóru Palestinaarabar ikki fegnir um vitjanina í Hebron og samanbóru hana við vitjan Ariel Sharons á Tempulfjallinum í 2000, sum endaði við palestineniskum uppreistri (intifada).