2600-ára gamalt innsigli funnið í Jerusalem

Mánadagin 9. september 2019 boðaði ísraelski fornfrøðingurin Eli Shukron frá, at eitt 2600 ára gamalt innsigli, áritað eitt hebraiskt navn, varð funnið í einum útgrevstri, nærhendis Vesturmúrinum.

13/09-2019
Dánjal Poulsen

Innsiglið er áritað “Adenayahu Asher AL Habayit”, sum merkir “Adenyahu útnevndur til hovið”. Í Judea kongaríkinum hevði hetta starvið ta størstu tignina og er á listanum yvir embætir hjá Solomon kongi.
   Innsiglið, sum er ein sentimetur til støddar, varð nýtt til at innsigla skjøl, og stavar frá sjeyndu øld fyri Kristus; í tíðini tá ið Judea var kongaríki.
   Orðingin á innsiglinum var vanlig, og er kend úr Bíbliuni, at lýsa tann embætismann, sum hevði hægsta starv og tænti undir kongunum í Judea ella Ísrael.
   “Hetta er fyrstu ferð at slíkur fornlutur er funnin í Jerusalem” segði Shukron, sum vegna Ísraelska fornfrøði-myndugleikan leiddi byrjunarútgrevsturin við grundarsteinarnar norðanfyri Silwan.
   Bíbilska heitið “Asher Al Habyat” var hægsta embæti, tá ið kongarnir í Judea ráddu yvir Ísrael og hevur  havt alstóran týdning.
   “Hetta lítla innsiglið hevur sostatt alstóran týdning fyri ein stóran hóp av fólki kring heimin” segði Doron Spielman varaleiðari fyri City of David Foundation, sum hevur ábyrgd av økinum har innsiglið varð funnið.     
   “Eitt persónligt innsigli hjá einum høgum embætismanni í starvi hjá einum bíbilskum kongi í tíðini tá ið fyrra templið stóð, er enn eitt prógv ið vísir samband við eitt langt óbrotið tíðarbil í jødiskari søgu í Jerusalem og sum her dagliga verður avdúkað og varðveitt”.
   Sambart City of David Foundation eru tað trý fólk í bíbliuni, ið itu Adoniyahu; best kendi er sonur David kong, sum er nevndur í 1. Kongabók 1,5 og 2. Sámuelsbók 3,4.
   Innsiglið varð funnið fyri trimum vikum síðan, av einum tannáringi, Batya Howen at navni, sum arbeiddi sjálvboðin í fornfrøðiligum útgrevstri fyri City of David Archaelogical Experience.
   Hann sigur, at tað var meðan hann undir rennandi vatni sáldaði grúsið í spannini, at hann knappliga gjørdist varur við eitt lítið svartlitt metal/leir petti.
   “At hava í hondini ein so týdningarmiklan 2600-ára gamlan finning, og sum stavar frá tíðini tá ið kongar ráddu í Judea, er heilt ófatiligt”, segði hann.

Kelda: The Jerusalem Post

Les meira:  

https://www.jpost.com/Israel-News/2600-year-old-Hebrew-seal-found-near-Western-Wall-601118

https://www.jta.org/quick-reads/seal-bearing-hebrew-name-from-kingdom-of-judea-discovered-in-jerusalem