Føroysk sendistova í Jerusalem

Um so verður at Føroyar fáa sendistovu í Ísrael, og harvið í Jerusalem og ikki Tel Aviv, so verður føroyska sendistovan tann fyrsta hjá Norðurlondum og eisini hjá Europa, skrivar vp.fo.

14/09-2019
Dánjal Poulsen

Nýggja samgongan, sum varð skipað 13. september 2019 millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin, skrivar í samgonguskjalinum m.a.: 

"Arbeitt verður fyri at styrkja og menna sendistovuvirksemi kring heimin við t.d. sendistovum í Ísrael, Japan og øðrum londum, har vit eiga at styrkja samstarvið."

Hetta er gleðilig tíðindi fyri allar føroyingar, sum eru vinir Ísraels.

dp

 

in.fo  Áki Bertholdsen skrivar 14.09.2019 (10:00):

Hetta verður eitt tað fyrsta hann fer at gera í landsstýrinum

Jenis av Rana er ikki bangin fyri at stinga hondina í eitt vespureiður beinanvegin.

Føroyar skulu hava eina sendistovu í Jerusalem í Ísrael. Tað ætlar Jenis av Rana, sum skal umsita uttanríkismál í samgonguni, sum nú er skipað ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.

Og Jenis av Rana sigur, at hetta verður eitt tað fyrsta, hann fer at arbeiða við.

Tað stendur í samgonguskjalinum, at » Arbeitt verður fyri at styrkja og menna sendistovuvirksemi kring heimin við t.d. sendistovum í Ísrael, Japan og øðrum londum, har vit eiga at styrkja samstarvið.«

Og hann leggur afturat, at tað verður í Jerusalem, at hendan sendistovan skal vera, og tað fer hann at virka fyri beinanvegin.

Tað er rættiliga umstrítt, at nøkur lond hava flutt sínar sendistovur úr Tel Aviv til Jerusalem og serliga hevur tað elvt til misnøgd hjá palestinarum.

Hinvegin eru tað fleiri lond, sum ikki vilja tað, tí mett verður, at tað verður ein meinbogi fyri royndunum at skapa frið í økinum.

Men Jenis av Rana heldur, at tað er sjálvsagt, at vit hava eina sendistovu í Ísrael, akkurát sum vit hav sendistovur í øðrum londum. Og verður hon í Ísrael, verður hon sjálvandi í Jerusalem.