Stendur á jøvnum í Ísrael

Tað stendur á jøvnum millum teir báðar størstu flokkarnir í Ísrael, sum fáa 32 tingsessir í part. Ísraelskir miðlar skriva, at nú næstan allar atkvøðurnar eru taldar, stendur á jøvnum millum flokkin hjá Benjamin Netanyahyu, Likud, og størsta mótstøðuflokkin, Bláu og Hvítu, hvørs leiðari er Benny Gantz. Les meira ...

18/09-2019
Dánjal Poulsen

Ymsir ísraelskir miðlar skriva, at bæði høgravendi Likud og Bláu og Hvítu hjá Gantz standa til at fáa 32 sessir í part í tjóðartinginum, sum hevur 120 sessir.

Soleiðis er úrslitið, eftir at 90 prosent av atkvøðunum, sum eru taldar.

Fyribilsúrslitið vísir ikki nakra greiða loysn fyri eini stjórnarsamgongu. Tað økir sannlíkindini fyri samráðingum um eina stjórn við báðum teimum stóru flokkunum.

Fyrrverandi verjumálaráðharrin Avigdor Lieberman kann gerast tungan á vágskálini í komandi samráðingunum. Fyribilsúrslitið vísir, at tjóðsakaparligi flokkur hansara, Yisrael Beitenu, níggju sessir.

Arabiski felagslistin stendur til at fáa 12 sessir í Knesset.

Tað kann merkja, at arbiskir flokkar nú kunnu forða fyri, at Netanyahu kann halda fram sum forsætisráðharri, um teir gera av at stuðla Gantz sum stjórnarleiðara.

Arabisku flokkarnir í Ísrael plaga ikki at stuðla nøkrum ávísum stjórnarleiðara.

 

kelda:   in.fo   Eirikur Lindenskov      18.09.2019 (09:01)