LOYNIDAGBÓKIN HJÁ RENIU

EFTIR AT HAVA LIGIÐ Í EINARI BANKABOKS Í 70 ÁR, VERÐUR NÚ LOYNIDAGBÓKIN HJÁ EINUM JØDISKUM TANNÁRINGI, SUM NASISTARNIR DRUPU, GIVIN ÚT. -- Les meira ...

20/09-2019
Dánjal Poulsen

Dagbókin hjá polska jødiska tannáringinum Renia Spiegel verður loksins útgivin, eftir at hava ligið goymd í einari bankaboks í New York.
Renia Spiegel varð fødd í 1924 og búði í pólska býnum Przemysl, ið varð hertikin av nasistunum í 1941. Dagbókin lýsir flýggjan hennara undan bumbuálopunum á heimbýin, jødiskar familjur sum hvurvu, upprættanina av ghettoini og meira.
Í 1942, tá ið Renia Spiegel var 18 ára gomul og hevði krógvað seg, funnu nasistarnir hana og tóku lívið av henni.
Tað eydnaðist henni at geva dreingjavini sínum, Zygmunt Schwarzer, dagbókina, sum so lat hana uppí hendurnar á øðrum í varðveitslu, tá ið eisini hann varð burturfluttur til Auschwitz.
Zygmunt Schwarzer kom livandi úr Auschwitz og í 1950 gav hann systir Reniu, Elizabeth og mammuni, Roza, dagbókina. Tær báðar búgva nú í New York.
Uttan at lesa dagbókina, legði mamman bókina í eina bankaboks, har hon lá inntil 2012, tá ið dótturin, Alexandra Bellak skumpaði undir, at fáa hana týdda úr polskum í enskt.
”Eg dugi ikki pólskt, men eg var forvitin, at vita meira um mína fortíð, ættingar og hesa serstøku kvinnu, sum eg varð uppkallað eftur (mítt millumnavn er Renata)” - "Tað er mammu ov svárt at lesa dagbókina”, segði Alexandra við CNN.
Alexandra var sorgarbundin eftir at hava lisið dagbókina og legði aftrat: ”Eg skilti dýpdina, tað búnað og vakra skrivingarlagið, skaldskapin; og nú ið so nógvar ”ismur” trína fram – anti-semitisma, populisma og nationalisma – gjørdi, at vit báðar, mamma og eg, hildu at tað var neyðugt at geva bókina út".
Elizabeth, sum nú er 87 ára gomul, hevur enn ikki lisið alla dagbókina.
Bókin, ”Renia´s Diary - A Young Girl´s Life in the Shadow of the Holocaust”, kemur út 19. sept.

Kelda: Israel Hayom.