FØROYINGAR BJARGAÐU JØDUM

Eisini føroyingar hjálptu jødum at flýggja til Svøríkis í Seinna heimsbardaga. Nú verður arbeitt við at kanna og skjalfesta leiklutin hjá føroyingum at bjarga jødum undan Holocaust.

Vinafelagið Føroyar-Ísrael samstarvar við Maigun Solmunde og Jan Rueven Rozen Rosenberg, sum býr í Jerusalem, sum, fyri einum ári síðan, fóru undir hetta stóra og umfatandi arbeiði, at kanna, hvussu og hvørjir føroyingar hjálptu jødum at flýggja úr Danmark til Svøríki undir seinna heimskríggi.

25/09-2019
Dánjal Poulsen

Hetta kanningararbeiði er framvegis í gongd, og í dag arbeiðir Maigun Solmunde saman við Jan Ruven Rozen Rosenberg, sum er danskur jødi, búsitandi í Ísrael, ið hevur drúgvar royndir við at útvega pening vegna Jewish Agency, sum er ein alheimsfelagsskapur við endamáli at hjálpa jødum kring heimin.

Fleiri hugtakandi søgur

Fleiri ítøkiligar søgur eru komnar burtur úr kanningararbeiðinum.

Til dømis søgan um familjuna í Dali, sum leigaði eina íbúð í húsunum hjá jødisku Stohn hjúnunum, sum máttu flýggja undan nazistunum í 1943.

Familjan flýddi til Svøríkis og lat yngra sonin, sum tá var sjey mánaðir, vera eftir hjá føroysku familjuni. Nakrar mánaðir seinni slapp drongurin til familju sína í Svøríki.

Hittust aftur.

Í innslagnum er samrøða við tey bæði Maigun Solmunde og Jan Rueven Rozen Rosenberg umframt samrøða við tey bæði børnini, føroysku Unnur í Dali, og danska Carsten Stohn, sum hava fingið samband aftur, eftir at Maigun Solmunde fór undir kanningararbeiðið.

Í summar hittust tey bæði, 79 ára gamla Unnur í Dali og 76 ára gamli Carsten Stohn, aftur, fyri fyrstu ferð síðani tey vóru smábørn. Og myndin er tikin hesa serligu løtuna.

Viðurkenning

Endamálið við arbeiðinum er at vinna føroyingum heiður og viðurkenning í økinum uttan fyri holocaussavnið í Jerusalem, sum eitur Yad Vashem. Økið kallast 'Tey rættvísu millum tjóðirnar' ella 'The righteous among the Nations.'

Tað kann fara at taka upp í tvey ár at vinna hesa viðurkenning, tí millum annað krevst, at søgurnar verða skjalprógvaðar.

Um føroyingar vilja stuðla arbeiðinum hjá Maigun Solmunde og Jan Rueven Rozen Rosenberg, ber til at seta seg í samband við Maigun Solmunde.

Kelda:  kvf.fo  

Mynd:  v.f. Dánjal Poulsen, Rikka Øregaard, Jan Rosenberg og Jákup S. Joensen, formaður í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael.

Les meira:

https://kvf.fo/gmf?sid=99138

https://kvf.fo/gmf?sid=99140