Ein dagur sum túsund ár, túsund ár sum ein dagur (2.Pæt.3,8)

Vinafelagið Føroyar-Ísrael, fer, saman við Jákupi S. Joensen, form., nøkur kvøld í vetur, at hava "Ísraelskvøld" í felagshølunum úti á Fløtum í Tórshavn. Les meira ...

27/09-2019
Dánjal Poulsen

Jákup leggur fyri við framløgu. Eisini verður filmur og annað, sum lýsir Ísrael, Jødiska fólkið og tað “kall”, sum enn er á hetta fólk, nú tjóðin er vorðin livandi aftur. 

Roynt verður at lýsa fólkið og landið úr bíbilskum og fornfrøðiligum sjónarhornum.

Fyrsta ísraelskvøldið verður týskvøldið 1. oktober 2019 kl. 19.30 úti á Fløtum, Landavegur 96, Tórshavn.

Øll eru vælkomin
Jákup S. Joensen og Vinafelagið Føroyar-Ísrael

Av tí at bygt verður í grannalgnum, eru vit vælkomin at parkera hjá SEV.