BDS – GAMALT JØDAHATUR Í NÝGGJUM HAMI; HVUSSU KUNNU VIT STEÐGA TÍ?

Teir óerligu talsmennirnir fyri fyri Boycott, Divestment and Sanctions (BDS) felagsskapinum hava leingi talað fyri, at teir einans stríðast fyri at fremja mannarættindi. Í áravís hava teir megnað at fingið sær nógvar nýggjar limir millum sokallað framburðshugað, íroknað jødar, at stuðla og rættvísgera sítt átak. Men tó, í farnum vikum hevur tann sanna muran í hesi hatursrørslu verið avdúkað, sum ongantíð áður.

18/10-2019
Dánjal Poulsen

Aftaná meiri enn eitt áratíggju av villeiðing eru nýggj prógv løgd fram av ymsum landastjórnum, altjóða felagsskapum og fjølmiðlum, ið vísa, at BDS er einki annað enn skálkaskjól fyri jødahatursbólkar og yvirgangskroppar, sum einki annað hava í huga, enn at oyðileggja statin Ìsrael; stutt sagt, tað nýggja andlitið fyri gamalt jødahatur. Heimurin er við at vakna upp til henda skakandi sannleika, sum varpar ljós á hvat Amerika kann gera til tess  at steðga tí vaksandi jødahatri kring heimin.

24. september legði ST, - ein stovnur, sum skjalprógvað, ikki hevur serligan tokka til Ísrael, men harafturímóti fordómar ímóti statinum Ísrael, fram eina frágreiðing um heimsumfatandi útbreiðslu av jødahatri. ST viðgongur, at jødahatur, sum vísir seg við trimum skortum, er vaksandi kring heimin: uttara vinstra, uttara høgra og millum víðgangandi islamistar. Í frágreiðingini viðgongur ST, fyri fyrstu ferð: at "stevnumiðið, virksemið og ávirkan BDS-rørslunar er í roynd og veru jødahatur".

Dagin eftur legði “Israel´s Strategic Affairs and Public Diplomacy”-stovnurin fram eina frágreiðing við heitinum “Handan skortin – sanna muran hjá BDS avdúkað”. Frágreiðingin avdúkar tað ágangandi jødahatur innan BDS-rørsluna og áheitan tess um harðskap móti jødum og týning av Ísrael. Frágreiðingin vísir hvussu BDS hevur hert hatur á jødar kring heim og gevur 80 dømi hvussu leiðandi stuðulsfólk hava framt jødahatur. Frágreiðingin lýsir sanna andlitið hjá BDS: 15-ára gomul herferð, sum eggjar til at spilla út og tileinkisgera statin Ísrael og sum hevur økt um jødahaturstalu kring heimin.

Omanfyri nevnda frágreiðing kom aftaná eina skakandi frágreiðing sum Ísraelska landastýrið legði fram fyrr í ár, við heitinum “Yvirgangskroppar í stásklæðum”. Henda frágreiðing avdúkaði meiri enn 100 ymisk sambond millum palestinskar yvirgangsbólkar og BDS-felagsskapsbólkar. Frágreiðingin prógvaði hvussu palestinskir yvirgangsbólkar og BDS samstarvaðu í teirra stremban, at náa málið: at strika Ísrael av heimskortinum, havandi í huga, at yvirgangskroppar síggja viðskiftabann (boycott) stuðla undir teirra harðskapsgerðum. 

Eftir hesar frágreiðingar viðurkendi og samanbar týska tingið BDS-rørsluna við nasistarnar. Ein stórur meiriluti atkvøddi fyri eini samtykt, sum staðfesti, at BDS ikki bert er jødahatandi, men eisini ber seg at sum nasistarnir, sum bóðu fólk ikki hava nakað við jødar at gera.

Týskaland virkar nú fyri, at søgan ikki endurtekur seg, og minnist hvussu nasistarnir eggjaðu fólki frá at keypa frá jødunum; eitt samskiftisbann, ið mentist beinleiðis til tjóvarí og jødajagstran, og sum at enda førdi til, at 6 milliónir jødar týndust. Tíðin er komin til, at onnur lond gera sum Týskaland.

Eftur ára-tíggjur við umberingum, og "láta sum einki", BDS viðvíkjandi, letur til, at nøkur loksins eru raknað við og duga at síggja, hvussu hættisligur hesin felagsskapur er, ikki bert mótvegis jødiska fólkinum, men eisini ímóti grundleggjandi virðum í teimum frælsu samfeløgum vit liva í.

BDS er tað nýggja andlitið av gomlum jødahatri og hvat viðvíkur, at berjast móti jødahatri, hóskar gamla orðatakið “betri seint enn ongantíð” ógvuliga væl til tíðina vit liva í. Tíðin er komin at fara til verka.

Annars vísir ein frágreiðing, at Hamas, Fatah, Islamic Jihad og Popular Front for the liberation of Palestine hava samband við, í minsta lagi, 13 óheftar anti-Ísraelskar felagsskapir (NGO). 

Kelda: The Jerusalem Post