ÍSRAEL HEVUR Í HYGGJU AT TAKA UPPIHALDSLOYVIÐ FRÁ OMAR BARGHOUTI, SUM STOVNAÐI BDS

Innanríkisráðharri Ísraels, Aryeh Deri hevur biðið myndugleikan fyri innflyting taka uppihaldsloyvið frá BDS-stovnaranum og at endurskoða støðu hansara og blaka hann úr landinum; hetta sambart Ísraelskum fjølmiðlum.

19/10-2019
Dánjal Poulsen

 

Ráðharrin segði, at hann: “ætlaði at gera skjótt av til tess at taka aftur uppihaldsloyvi hansara í Ísrael. Hann er ein persónur, sum ger alt hann kann at skaða landið og tískil kann hann ikki njóta tey framíhjárættindi sum eitt uppihaldsloyvi gevur”

Katar, føddi palestinaarabarin, sum hevur verið giftur við einari ísraelskari/arabiskari kvinnu í 26 ár, býr í Acre. Hann hevur PHD-kandidatútbúgving í siðsemi frá lærda háskúlanum í Tel Aviv.

Í apríl í ár varð honum noktað innferðarloyvi til USA og í síðsta mánaði fekk hann ikki innferðarloyvi til Bretlands, til tess at luttaka í einari Palestine Solidarity Campaign stevnu undir einari Labour ráðstevnu.

Seinastu tvey árini hevur Ísrael hert støðu sína mótvegis BDS og í 2017 setti Knesset eina lóg í gildi, sum bannar útlendingum, ið stuðla BDS, at koma inn í landið.

Kelda: The Jewish Chronicle.