Vælkomin á fyrstu Keren Hayesod Norðurlanda-ráðstevnuna

Shalom - góðu Norðurlanda Vinir Ísraels.

Allir vinir Ísraels eru vælkomnir, saman við okkum 26. november 2019 á fyrsta tiltakið fyri Norðurlanda Vinir Ísraels. Les meira ...

30/10-2019
Dánjal Poulsen

Keren Hayesod er nærum 100-ára gamal felagsskapur, hvørs høvuðsendamál er at hjálpa Jødum at flyta til Ísraels og at stuðla teimum at finna seg til rættis í nýggja heimlandi sínum.

Tiltakið er ókeypis.

Hetta verður fyrstu ferð, har vit sameina vinir Ísraels í hesum 7-landa Norður-økinum.
Vit halda, at hetta, at menna ein felagsskap av vinum, stuðlum og teimum ið biðja fyri Ísrael, í hesum týðandi partinum av heiminum, fer at gera arbeiði okkara fyri Ísrael munadyggari og bera við sær meira ávøkst.

Hetta verður eisini ein máttmikil og virkin rødd til umheimin.

Avmarkað pláss er, so neyðugt er at tekna seg frammanundan til tiltakið, sum er á Admiral Hotel í Keypmannahavn tann 26. november.

Her ber til at tekna seg:
https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSdmcfGyyIciPf25deqjyX7XT-wFcj-o4K-wC_-EIaDf56eoLg/viewform

Shalom
Noam Bedein
Keren Hayesod
Friend of Israel
Jerusalem